Jólakonsert við Siloakórinum í kvøld

Konsertin verður í Siloa í Fuglafirði í kvøld klokkan 20

Í kvøld, mikukvøldið klokkan 20 hevur Siloakórið jólakonsert í Siloa í Fuglafirði.

 

Eyðun á Lakjuni stjórnar Siloakórinum, og á skránni eru bæði gamlir og nýggir jólasangir við góðum og fjølbroyttum útsetingum – og frálíkum solorøddum og undirspæli.

 

Marjun Wolles, Maria á Lakjuni og Bárður á Lakjuni fara eisini at framføra á konsertini í kvøld.

 

Aftaná verður ein drekkamuður at fáa - har øll eru hjartaliga vælkomin, boða fyrireikararnir frá.