Jólasoul í Hoyvíkar kirkju

Fjórða sunnukvøld í advent, 22. desember, kl. 20 verða Jólasoul at hoyra í Hoyvíkar kirkju.

Talan er um jólatónleik frá fimm av fremstu sangarinnunum í Føroyum.

 

Jasmin Mote (jazzygold), Marianna W. Nagata (Marianna Winter), Dania O. Tausen, Katrina Olsen (Katari) og Anna Sofía Skoradal (gówa) + SWAY - saman kalla tær seg JÓLASOUL!

 

Jólasoul hava júst givið út nýggja jólaplátu, sum tær eisini hava framleitt.

 

Jasmin, Marianna, Dania, Katrina og Anna Sofía (tó upprunaliga Tamara Mneney) hava seinastu 4 árini skipað fyri egnari jólakonsert við heitinum Jólasoul, og framført fyri fullum salum í bæði Reinsarínum og Norðurlandahúsinum.

 

Sangarinnurnar í Jólasoul eru kendar frá óteljandi ymsum tónleikaverkætlanum undir egnum navni og í ymiskum bólkum. Styrkin hjá Jólasoul sigst vera ymiskleikin, sum tær hvør sær standa fyri, og sum spælir so sera væl saman á pallinum og í ljóðmyndini. Tær framføra egnar útsetingar og týðingar av alskyns jólaløgum á føroyskum, norskum, enskum, donskum og íslendskum, og tær gera eisini nógv burturúr kórútsetingum til ymsu løgini.

 

Við sær hava tær eitt húsorkestur við navnframu tónleikarunum Vár Miðberg (trummur), Karl Andrias Stórá (bass), Kristian Pauli Ellefsen (klaver), Vinjar Egilsnes Petersen (synth) og Ari Johannesen (gittar).

 

Jólasoul hava verið nógv róstar øll árini. Áhoyrarar hava lýst tær at vera júst tað, sum skuldi til fyri at koma í rættan jólahýr.

 

– Verið vælkomin á konsert, siga tey úr Hoyvíkar Kirkju.