Kambur: Tveir av manningini eru saknaðir

- Leiting eftir teimum saknaðu verður nú sett í gongd, og Brimil samskipar leitingina. Umstøðurnar á leiðini eru vánaligar, sigur MRCC

Um 7-tíðina í morgun sendi Kambur út neyðarkall. Skipið hevði fingið nógva slagsíðu, og ætlanin var at fara í bjargingarbátarnar. 

 

- Skip á leiðini settu beinanvegin kósina á staðið, har Kambur var staddur, sigur MRCC í tíðindaskrivi beint nú.

 

MRCC sendi MayDay Relay fyri at kunna um støðuna. Boð vórðu send til Brimil, tyrluna og onnur skip í økinum.

 

- Men støðan versnaði so skjótt umborð á Kambi, at áðrenn fyrstu eindirnar komu á staðið, hevði Kambur lagt seg so nógv á liðina, at manningin stóð á skipssíðuni.

 

MRCC sigur, at tyrlan fekk tikið 13 menn upp av skipssíðuni og flutti teir til Suðuroyar Sjúkrahús og fór so útaftur til neyðstadda skipið.

 

- Ein maður aftrat varð tikin av skipinum og fluttur til lands. Manningin taldi 16 tilsamans, so tveir av manningini á Kambi eru nú saknaðir.

MRCC sigur, at leiting eftir teimum saknaðu verður nú sett í gongd, og Brimil samskipar leitingina.

 

- Umstøðurnar á leiðini eru vánaligar, leggur MRCC aftrat.