Kambur: Við stórari sorg og lítlari vón

- Tað eru tveir av okkara limum, sum ikki eru komnir afturíaftur, og tankarnir eru hjá teirra nærmastu, sum við stórari sorg sita og bíða, sigur formaðurin í Føroya Fiskimannafelag.

Í dag hevur formaðurin í Føroya Fiskimannafelag, Jan Højgaard, lagt út á heimasíðu felagsins eitt skriv um skipsvanlukkuna við frystilínuskipinum, Kambi.

 

- Tíðliga týsmorgunin sendi Kambur út neyðarkall og sakk fáar tímar seinri. 14 mans vórðu bjargaðir, men tíverri eru tveir saknaðir.

 

Jan Højgaard vísir á, at tað eru tveir av limum felagsins, sum ikki eru komnir afturíaftur, og tankarnir eru hjá teirra nærmastu, sum við stórari sorg sita og bíða við einari lítlari vón.

 

- Vit vóna saman við teimum, men sum tímar og dagar renna, so minkar lítla vónin, og sorgin tekur meira yvir.

 

Formaðurin sigur, at tankarnir eisini eru hjá teimum, sum vórðu bjargaðir av søkkandi skipinum. 

 

- Hesir hava verið úti fyri einari sera óhugnaligari hending og sálarligu løstirnir, teir hava fingið, fara at ávirka teir allar dagar.

 

Og formaðurin í Føroya Fiskimannafelag endar við hesum orðum:

 

- Góðu tit øll – manning á Kambi, reiðarí og avvarðandi: Okkara tankar eru hjá tykkum í hesi sváru tíð, skrivar Jan Højgaard á heimasíðu felagsins í dag.