Kane hevur tikið eitt met frá Haaland í bundesliguni

Harry Kane hevur skotið meir enn eitt mál í meðal fyri Bayern München

Tað hevur gingið væl hjá enska áleyparanum, Harry Kane í týska stórfelagnum, Bayern München.

 

Í bara 43 dystum í bundesliguni hevur tað eydnast Harry Kane at skjóta 50 mál.

 

Talan er um eitt met. Aldrin áður hevur ein leikari brúkt so fáar dystir um at skjóta 50 mál í bestu týsku fótbóltsdeildini.

 

Gamla metið átti Erling Braut Haaland, ið skoraði 50 mál upp á 50 dystir fyri Borussia Dortmund.

 

Sostatt hevur Harry Kane bøtt um metið við heili sjey dystum.

 

Í 3-0 sigrinum hjá Bayern München á heimavølli móti Augsburg skoraði Harry Kane reint hattrick. Triðja málið var samstundis mál nummar 50 hjá honum í bundesliguni.