Kanna tey sum selja fýrverk

Tað verður gjørt eftir at reglurnar um fýrverk eru herdar

Løgreglan var í gjár runt og kannaði tey, sum selja fýrverk.

– Vit vóru runt á níggju sølustøðum í miðstaðarøkinum, og har vóru fleiri viðmerkingar, sigur vaktleiðarin á politistøðini í morgun.

Hann sigur, at hjá onkrum snúði tað seg um loyvi at selja, tí viðkomandi hevði eina 40 fót bingju sum goymslu. Tað er ikki loyvt, tí tað skal vera ein 20 fót bingja. Onkur fekk átalu fyri eina treka brandhurð, sum síðan varð rættað beinanvegin. Hjá onkrum var goymslan ov stór. Onkur manglaði merking og avsperring runt goymslu uttanfyri, hjá onkrum stóðu bingjurnar ov tætt, onkustaðni var vantandi sløkkiútgerð. Alt viðurskifti, sum vórðu rættað beinanvegin.

Vaktleiðarin sigur, at alt hetta var í miðstaðarøkinum, men at løgreglan næstu dagarnar eisini fer at kanna sølustøð kring landið.