Landsliðsleikarin, Pernille Brandenborg og liðfelagarnir í Keypmannahavn spældu í dag dyst á útivølli móti Silkeborg-Voel í bestu donsku hondbóltsdeildini.
Tað eydnaðist Keypmannahavn at vinna dystin 33-31. Í steðginum var Keypmannahavn á odda 20-14.
Pernille skoraði eitt mál og legði upp til eitt mál.
Við sigrinum tók Keypmannahavn fyribils fjórða plássið frá Janu Mittún og liðfeløgunum í Viborg.
Keypmannahavn og Viborg hava bæði 12 stig, men Keypmannahavn hevur betri málmun.
Í annaðkvøld klokkan 19 taka Annika F. Petersen, Lív S. Poulsen og liðfelagarnir í EH Aalborg móti Aarhus á heimavølli.
13., 14. og 15. november spæla okkara megnar kvinnur seinastu dystirnar við sínum liðum í bestu donsku hondbóltsdeildini í hesum árinum. Eftir tað fara tær at hugsavna seg um tveir dystir móti svenska ligalandsliðnum, og síðani søguliga EM-endaspælið, har tær møta Sveis, Kroatia og Danmark.
Kappingin í bestu donsku deildini byrjar aftur 2. januar.