Klokkan 18.30 í kvøld byrjar dysturin í Betrideildini hjá monnum millum KÍ og B68 á vøllinum við Djúpumýru í Klaksvík.
KÍ er nummar fimm við níggju stigum, meðan B68 er næstaftast í deildini við bert einum stigi aftaná fimm umfør.
KÍ hevur eina stóra favorittstøðu hjá altjóða veddingarfyritøkum.
Miðaloddsini upp á heimasigur til KÍ eru 1,20.
Miðaloddsini upp á javnleik eru 5,93.
Miðaloddsini upp á útisigur til B68 eru 10,69.