Kinesiskir bilframleiðarar øtast um revsitoll

Ein avgerð hjá ES um at leggja eyka toll á longu verandi tollsatsirnar á elbilar, sum eru framleiddir í Kina, skapar vreiði millum kinesiskar bilframleiðarar.

Kinesiski bilframleiðarin BYD fær nú ein eyka toll upp á 17 prosent á bilar, sum verða útfluttir til Evropa. - Mynd: Pr-Mynd/Ritzau Scanpix

Týsdagin almannakunngjørdi ES eitt uppskot til niðurstøðurnar í kanning av møguligum kinesiskum ríkisstuðuli til elbilaídnaðin í landinum.

Niðurstøðurnar hava staðfest fyri ES, at kappingarskeiklandi ríkishjálp fer fram, og tí verður hildið fast við eyka tollin upp á 36,3 prosent.

Sum eitt slag av svari til evropeiska revsitollin hevur Kina sett í verk eina kanning av nøkrum av teimum mjólkavørum, sum kinesarar innflyta úr ES.

 

/ritzau/

 

 

Kinesiski bilframleiðarin BYD fær nú ein eyka toll upp á 17 prosent á bilar, sum verða útfluttir til Evropa. - Mynd: Pr-Mynd/Ritzau Scanpix