Kjarnorka fær størri undirtøku

Kjarnorka kann fáa týðandi leiklut í grønum orkuskifti í fleiri londum

Franski forsetin, Emmanuel Macron, raðfestir kjarnorku hægst í kjakinum á COP28 (Mynd: Ludovic Marin/Ritzau Scanpix)

Kjarnorka fær alt størri undirtøku í sambandi við grøna orkuskiftið. Tað sæst eisini aftur á stóru veðurlagsráðstevnuni COP28, sum er í Dubai í hesum døgum.

 

22 lond hava boðað frá, at tey fara at trífalda kjarnorkuna fram ímóti 2050. Eitt nú eru USA, Frakland og Finland við í hesum bólki.

 

Franski forsetin, Emmanuel Macron, raðfestir kjarnorku hægst í kjakinum á COP28. Hann heldur, at tøknin er neyðug fyri at gera orkuskifti burtur frá fossilum brennievni. Hann heldur, at vind- og sólorka er ov óstøðug.

 

Eisini finski Europa-ráðharrin Anders Adlercreutz hevur tosað fyri fyrimunum við kjarnorku. og hann vísti á, at kjarnorka kann brúkast sum nakað gott fyri heimin.

 

Flestu londini taka tó undir við, at grøna orkuskiftið skal gerast uttan hjálp frá kjarnorku. 117 lond hava undirskrivað eina fráboðan um, at framleiðslan av varðandi orku verða trífaldað í 2030 – tá er kjarnorka ikki roknað upp í.

 

Franski forsetin, Emmanuel Macron, raðfestir kjarnorku hægst í kjakinum á COP28 (Mynd: Ludovic Marin/Ritzau Scanpix)