Klæmint er søguligur málskjútti í íslendskum fótbólti

Breiðablik er aftanfyri 1-3 móti Maccabi Tel Aviv. Klæmint Olsen minkaði um munin til 1-3

Klæmint A. Olsen er søguligur í íslendskum fótbólti. Hann er tann fyrsti at skjóta mál fyri eitt íslendskt lið í einum dysti í einum evropeiskum bólkaspæli.

 

Breiðablik er aftanfyri 1-3 móti Tel Aviv í bólki B í Europa Conference League niðri í Ísrael í steðginum. Stutt undan steðginum minkaði Klæmint hegnisliga um munin til 1-3 aftaná eitt gott álop hjá Breiðablik.

 

Jason Daði Svanþórsson fann við góðari sending Klæmint inni í brotsteiginum. Klæmint var ísakaldur tá hann setti bóltin framvið málverjanum.