Kommuna bjóðar vinnuni til morgunmat og prát

- Tað er okkara vón, at tað framhaldandi verður virkað fyri menning og framburði í Sunda kommunu

Tað er í morgin, týsdagin 5. november klokkan 09, at Sunda kommuna bjóðar vinnuni í kommununi til morgunmat og prát.

 

- Endmálið við einum slíkum tiltaki er at styrkja samskiftið við lokala vinnulívið, siga tey í kommununi.

 

Morgunfundurin millum Sunda kommunu og vinnuna í økinum er eitt afturvendandi tiltak.

 

- Tað er okkara vón, at tað framhaldandi verður virkað fyri menning og framburði í kommununi.

 

Á skránni á morguntiltakinum verða nakrar framløgur, eitt nú frá Barsilsskipanini, Almannaverkinum og Arbeiðsloysisskipanini.

 

- Her verða lýstar treytir og møguleikar hjá sjálvstøðugum vinnurekandi í samband við barsil, sjúku og arbeiðsloysi, siga tey í Sunda kommunu.