Øll skulu hava rætt til ein góðan bústað og eitt trygt heim, sum ber til at gjalda við vanligari inntøku.
Tað er undranarvert, at vit enn hava so fá lutaíbúðarfeløg og enn færri, sum hava bygt lutaíbúðir, tá vit síðan 2011 hava havt lógarheimildina.
Lógin varð gjørd fyri at skapa ein meira fjøltáttaðan bústaðarmarknað, við at gera eitt slag av bústøðum, sum liggur millum vanligar leiguíbúðir og eigaraíbúðir.
Hetta gevur fólki við vanligum inntøkum møguleika at útvega sær egnan bústað fyri ein sámiligan prís.
Í lutaíbúðarfelagnum keypir tú ein lut í ávísari bústaðareind og eigur síðani rættin til hendan bústaðin. Luturin kostar t.d. 20% av kostnaðinum, og hini 80% lænir lutafelagið við trygd í ognini. Limurin í lutaíbúðarfelagnum rindar sostatt fyri sín lut, og afturat tí eina leigu til felagið fyri lánið, sum felagið tekur, umframt fyri felagsútreiðslur. Hvussu lág henda leigan fær verið, valdast avtalutreytirnar millum felagið og peningastovnarnar.
Í Danmark, har hetta slag av bústøðum er vanligt, eru lutaíbúðir oftast bíligari at sita í, enn um tú keypir hús ella íbúð.
Fyri at forða fyri spekulatión er bústaðarskylda í lutaíbúðunum, og lutaeigarin kann bara eiga tann eina ognarlutin.
Lutaíbúðir kunnu byggast í øllum støddum og sniðum og kunnu vera ein stak góður møguleiki hjá nógvum bólkum. Hjá teimum, ið skulu fíggja fyrsta bústaðin, og sum ikki kunnu seta seg fyri tríggjar - fýra milliónir. Eisini hjá teimum, sum sita í stórum húsum og vilja flyta í ein minni bústað.
Hvat kann kommunan gera fyri at fáa gongd á lutaíbúðarbygging?
Hóast hesar fyrimunirnar, og hóast áhugafelagið Lutaíbúðir hevur fingið stak góða undirtøku, gongur trekt at fáa gongd á lutaíbúðarbygging.
Tórshavnar býráð hevur samtykt nakrar ógvuliga spennandi heildarætlanir, sum leggja upp til nýggjar bústaðarhættir m.a. heildarætlanin fyri Stórutjørn. Í hesi ætlan síggja vit bústaðir í ymsum støddum, tættbygdir býlingar við felagsøkjum og ymsum felags kørmum. Ferðslan er tálmað, og grøn øki hugsað inn í heildina. Hetta er bert eitt av mongum dømum, har tað hevði verið hóskandi við lutaíbúðum.
Eg haldi, at kommunan eigur at taka henda bústaðarháttin í álvara og at kanna møguleikarnar fyri, at lutaíbúðir verða bygdar kring alla kommununa, har tørvur er á bústøðum, og har sum tað er trupult hjá fólki at fáa fígging eitt nú í Kollafirði og í Nólsoy.
Eldrabústaðir sum lutaíbúðarfeløg
Eldri og tilkomin fólk eiga ofta stórt frívirði í húsum sínum. Skipanin við lutaíbúðarfeløgum letur upp fyri møguleikanum at flyta í minni bústað í einum felagsskapi, sum tey sjálvi eiga. Samstundis fáa tey frígivið stóran part av ognini, sum varð bundin í stóru húsunum, sum nú kunnu fáa nýggjan eigara.
Kommunan kann stuðla uppundir
Eg hugsi, at kommunan kann taka virknan lut í at skapa karmar, sum gera tað lættari hjá lutaíbúðarfeløgum at fara undir bygging.
Bústaðir, sum frammanundan er royndur byggiharri, eigur at verða vælskikkaður ráðgevi í sambandi við bygging og eftirlit, og hvussu røkt og viðlíkahald best verður skipað.
Eisini kann hugsast, at kommunan saman við Bústøðum hjálpir lutaíbúðarfeløgum at gerast veruleiki, og saman við limunum í felagnum leggur lunnar undir lutaíbúðarbýlingar við góðari arkitektoniskari dygd.
Áhugavert var at lurta eftir sendingini Føtur undir egið borð í KVF, har m.a. lutaíbúðir vóru á skránni. Tí tað, sum kom fram í sendingini, stuðlar uppundir og sannførir meg um, at tað er rætt at leggja seg eftir at fáa hendan bústaðarformin meira fram.
Tí øll skulu hava rætt til ein góðan bústað og trygt heim.Body image
Lutaíbúðir
Hildur Eyðunsdóttir
Valevni fyri Tjóðveldi til Tósrhavnar býráð