Kommunusamanlegging í Suðuroy

Men fólkið skal spyrjast fyrst og síðani tvær kommunur í Suðuroynni.

 

Havi hugsað nógv um Suðuroynna og oynna sum eina kommunu. Har høvdu okur verið hamrandi sterk innan øll økir. Men eg vænti ikki at okur eru klár enn til, at øll oyggin skal leggja saman til eina kommuna.

 

Royndir vísa annars, at størri eindin er, betri eru korini.

 

Um okur í framtíðini verða ein kommuna, fara okur øll at njóta gott av tí, hesum ivist eg ongari løtu í.

 

 Hinvegin mugu okur royna tvær kommunur í Suðuroynni fyrst. Nógv samstarv er longu sum er, serliga her í sunnari hálvu.

 

Eg meini avgjørt, at okur fyrst mugu royna at finna samstarv um tvær kommunur í Suðuroynni, har okur hava eina í sunnaru hálvu og eina í norðaru hálvu.

 

 Mær dámar annars væl nýggja uppskotið um eina kommunu í norðaru hálvu. Serliga dámar mær álitið hjá fyrireikingarbólkinum um felags kommunu í norðaru hálvu, har tey vísa á fyrimunir við teirra kommunusamanlegging.

 

Okur hava nógv at bjóða øllum her suðri, og samstarvið er stórt innan næsta øll økir.

 

Okur vita eisini, at eldraøkið veksur, og okur gerast enn fleiri eldri her suðri. Somuleiðis sum kostnarstøðið veksur, og okur hava væl minni í miðalinntøkum, enn restin av landinum, og okur hava ikki notið so væl av búskarvøkstri, sum restin av landinum annars hevur.

 

Eg ivisti onga løtu í, at okur høvdu verið væl betri fyri, um t.d. Suðuroy var í tveimum kommunum.

 

Vágs kommuna hevur sum er sera nógv samstarv innan øll økir í sunnaru hálvu, og eisini við aðrar kommunur.

 

Samstarvið sum er í sunnaru hálvu er gott, og tað er innan nógv økir, t.d. skúlaøkið, eldraøkið, tannrøkt og annað.

 

 Somuleiðis hava okur nógv felags innan ítróttin. Tað koyrir alt væl. So okur kunnu væl vera ein sunnara kommuna sum er. Einki í vegin við tí. Men fólkið skal spyrjast fyrst.

 

Sum heild eru nógv onnur samstarvsøkir í Suðuroynni. T.d. hava allar kommunur í Suðuroy felags barnarverndarøki. Tað koyrir heilt væl.

 

Um okur vera meira saman her suðri um alt, so eru okur eisini meira kappingarfør, og harvið eru okur eisini størri fyrisitingarlig eind, og hava størri amboð at ráða yvir ímun til tað sum er. Og harvið gerast okur enn sterkari.

 

Hóast tað hevur gingið væl her í Vági í fleiri ár, so er fólkatalið í Suðuroynni minkað nógv seinastu mongu árini. Eisini er næstan einki alment arbeiðspláss í Suðuroynni eftir. Innan vinnulívið eru ikki nógv at heinta, hóast batar eru nógvastaðni.

 

Soleiðis er støðan sum er. Men at tvær kommur eru her í Suðuroy gerast okur bara nógv sterkari av. So kan ein taka restina harfrá.

 

Levi Mørk, býráðslimur í Vági