Í sambandi við kommunuvalið í kvøld skipar Føroyahúsið fyri valkvøldi, soleiðis at føroyskir útisetar kunnu savnast fyri at fylgja við.
– Vit leggja stóran dent á at varpa ljós á ymisk viðurskifti í føroyska samfelagnum, og tí skipa vit sjálvandi eisini fyri valkvøldi í kvøld. Vit vænta og vóna, at nógv fólk koma, og vit síggja fram til eitt áhugavert kvøld, sigur Sissal Kampmann, leiðari í Føroyahúsinum.
Síðan Føroyahúsið lat upp aftur eftir koronu í januar 2022, hevur húsið verið karmur um nógv ymisk tiltøk, millum annað valkvøld til bæði løgtingsval og fólkatingsval.
– Hvørja ferð tað verið stórur áhugi fyri valkvøldunum, og vit hava havt fult hús. Eisini donsku fjølmiðlarnir hevur víst áhuga fyri valkvøldunum, eins og ólavsøkuni, og hava vitjað tá. Tað gera tey neyvan í kvøld, nú tað er kommunuval, men tað verður enn spennandi. Hetta er fyrstu ferð, at vit vísa kommunuvalið her, sigur leiðarin.
Sum Sissal Kampmann leggur merki til, so hava føroyskir útisetar stóran áhuga fyri føroyskum politikki, og tað eru serliga nøkur evni, ið hon metur, at føroyingarnir í Danmark ganga høgt uppí:
– Eg meti, at tey ungu serliga eru áhugað í bústaðarmøguleikum og vilja tí hoyra, hvat politikararnir ætla at gera á økinum. Tað sama er galdandi fyri tey meira tilkomnu, sum umhugsa at flyta heim. Fólkafráflytingin er økjandi og burðartalið fallandi, so tað eru nógv viðurskifti, ið gera seg galdandi fyri útisetar. Tí hevur tað stóran týdning at fylgja við í, hvat rørir seg í Føroyum, eisini kommunalpolitiskt, sigur hon.
Kommunuvalið á stórskíggja er annars ikki einasta tiltak í Føroyahúsinum í kvøld. Tí eisini verður skipað fyri mortansdunnu fyri tey, ið hava goldið fyri tað. Av tí sama verður kommunuvalið fyrstu løtuna víst uppi á loftinum, áðrenn farið verður niðurundir aftaná dunnuna, har meira pláss er.
– Barrin verður sjálvsagt opin alt kvøldið, har tú kanst keypa drekkivørur við og uttan %, heitt og kalt og eitthvørt søtt. Vit gleða okkum at síggja teg og tíni til eitt frálíkt kvøld, siga tey úr Føroyahúsinum.
Valkvøldini í Føroyahúsinum hava verið og eru samskipað í samstarvi við MFS.
– Hetta samstarvið eru vit sera glað fyri. MFS hevur sæti í Føroyahúsinum, eins og so nógv onnur feløg í Keypmannnahavn, og tað er sera gott og gevandi at hava øll feløgini í húsinum, sigur Sissal Kampmann.
Føroyahúsið er á Vesterbrogade 17A í Keypmannahavn.