Koyrdi ávirkaður av rúsdrekka og kannabis

- Okkara kanningar vístu, at bilførarin koyrdi ávirkaður, og hetta verður viðkomandi skuldsettur fyri, sigur løgreglan.

 

Um 02-tíðina í nátt steðgaði løgreglan einum bilførara í Havn, sum nú verður skuldsettur fyri at koyra ávirkaður av rúsdrekka og kannabis.

 

Løgreglan sigur, at umframt møguleikan at kanna bilførarar fyri rúsdrekka, hava tey eisini møguleikar at kanna førarar fyri onnur evni við eitt nú at kanna spýttið.

 

- Í hesum førinum vístu okkara kanningar, at bilførarin koyrdi ávirkaður bæði av rúsdrekka og kannabis, visti vaktleiðarin at siga í morgun.

 

Spurdur um talan kann vera um, at persónurin kanska tekur kannabis sum heilivág, sigur løgreglan, at tann møguleikin er sjálvsagt eisini.

 

- Um so er, skal viðkomandi í minsta lagi bæði kunna vísa læknaváttan, ávísing til heilivágin og ymiskt annað, legði vaktleiðarin aftrat.

 

Tað stutta av tí langa er, at bilførarin, sum varð steðgaður í Havn í nátt, verður skuldsettur fyri at koyra ávirkaður av rúsdrekka og kannabis.