Koyrdi rúsaður og misti pláturnar á bilinum

- Okkara kanningar vístu, at bilførarin var rúsaður - ikki við rúsdrekka, men rúsevnum, sigur løgreglan.

Tíðliga í gjárkvøldið steðgaði løgreglan einum bilførara í Eysturoy, sum tey høvdu illgruna um var ávirkaður av rúsevnum. 

 

Tað vísti seg eisini, at illgrunin hjá løgregluni var rættur.

 

Vaktleiðarin visti í morgun at siga, at kanningarnar hjá teimum vístu, at bilførarin var rúsaður - ikki við alkoholi, men rúsevnum.

 

Blóðroynd er tikin, sum verður avgerandi fyri, hvussu málið verður avgreitt.

 

- Tað vísti seg eisini, sigur løgreglan, at bilførarin hevði ikki rindað fyri vektgjald, sum er fallið til gjaldingar, og tískil misti bilurin eisini pláturnar.