Tróndur Mikkelsen og liðfelagarnir í Kristiansand spældu sunnudagin dyst á útivølli móti Haslum í bestu norsku hondbóltsdeildini.
Kristiansand vann ein greiðan 36-30 sigur. Í steðginum var Kristiansand á odda 22-17.
Kristiansand er nú nummar sjey í deildini við átta stigum. Tað er alt avgerandi at enda millum átta tey fremstu liðini aftaná lokið grundspæl, so liðið kann kappast í endaspælinum.
Sunnudagin 17. november hevur Kristiansand heimadyst móti Sandnes.
Næst fyri hjá Tróndi er saman við liðfeløgunum á landsliðnum at fyrireika seg til EM-undankappingardystin á heimavølli móti Kosovo. Tann dysturin verður leiktur í høllini á Hálsi komandi mikukvøld klokkan 19.