Kristnastova í 50 ár

Í kvøld, fríggjakvøldið 22. september 2023, verður samkoma í Kristnastova á Birmavej 36 á Amager. Soleiðis er tað hvørt fríggjakvøld, men í kvøld er talan um serliga samkomu skilt á tann hátt, at í kvøld fer tað at verða markerað, at nú eru 50 ár – ein hálv øld – liðin síðani fyrstu fríggjakvøldssamkomuna.

Tað var fríggjakvøldið 21. september í 1973, at tað fyrstu ferð varð bjóðað til  fríggjakvøldssamkomu á Amager. Susan og Øssur Berghamar, sum høvdu verið við í Operation Josva, kendu seg leidd at fara undir kristiligt og sosialt arbeiði í danska høvuðsstaðnum. Tey høvdu leigað íbúð í íbúðarblokki á Oxford Allé – bústaðurin var Oxford Allé 3A – og tað var í hesi íbúðini, at farið varð undir verkið millum føroyingar í Keypmannahavn, sum framvegis hevur bústað á Amager. Síðani 1979 hevur bústaðurin verið á Birmavej 36.

 

Málið og missiónin var at hava umsorgan fyri føroyingum í Keypmannahavn og í Danmark. Fyri 50 árum síðani var so mangt øðrvísi, enn tað er nú. Tað var einki net og dagligt samskifti við tey heima í Føroyum, tað var eingin fartelefon, og hjá teimum ungu var møguleikin at ringja heim at fara oman í telefonboksina, har tað var lutfalsliga dýrt at tosa. Og tá var tað ikki vanligt, at tað varð ferðast so nógv millum lond, sum tað nú verður gjørt.

 

##med2##

 

Í kvøld verður 50 áramótið markerað á samkomu í Kristnastovu, sum verður klokkan 19.30. Niels Pauli Nónstein, sum framvegis er stjóri í Kristnastovu, og Andrew Berghamar fara at luttaka. Andrew var lítil smádrongur, tá ið foreldrini tóku stig til verkið, sum vísti seg at vera teirra lívsstarv og kall. Susan og Øssur eru framvegis partur av Kristnastovu verkinum, og tey vera í Kristnastovu í kvøld.

 

##med3##

 

Øssur Berghamar tók soleiðis til á heimasíðu síni berghamar.com fyri einum ári síðani:

 

Eg haldi eg kann siga, at okkara trúarstig var drivið fram av eini visión um at vera landsmonnum okkara ein hjálpandi hond í einum pulserandi býi við nógvum tilboðum, møguleikum og freistingum. Ikki minst tey ungu, lesandi lógu okkum nógv á hjarta, sum lættliga kundu verða rivin um koll í teirra trúarlívi í nýggja umhvørvinum herniðri. Tíverri vóru fleiri dømi um tað, segði Øssur.

 

Í fyrstu atløgu vóru tað føroyskir ungdómar, sum vórðu bjóðaðir til samkomu fríggjakvøld. Nú 50 ár eru liðin, eru tað framvegis samkomur fríggjakvøld. Stovnurin Kristnastova sá dagsins ljós eitt sindur seinni, og fyri gott 30 árum síðani varð samkoma skipað við heimstaði í Kristnastovu, har tað sunnudagar er takkarløta við breyðbróting og lovsangi og sunnudagsskúla.

 

Yvirskipað hevur tað alla tíðina snúð seg um umsorganina fyri tí einstaka. Øssur Berghamar greiddi fyri einum ári síðani soleiðis frá um, hví tað varð farið undir verkið, og hvussu tað mentist og helt fram:

 

Vit fóru síðani undir at vitja sjúklingar á Ríkissjúkrahúsinum, Ortopædisk Hospital og á Finsen (sum “Finsensinstituttet” varð kallað). Visiónin fyri hesum arbeiði var íbirt trý ár frammanundan. Tí í 1970 var møtistevna í Mercur teatrinum, og Sangbrøður vóru við. Ein av fyrireikarunum av møtunum var Brynleif Hansen. Undir stevnuni í Keypmannahavn vandu vit ein dagin nakrar sangir í salinum í Thorsgade 40 á Nørrebro. Brynleif , sum var við okkum hendan dagin, sigur so, tá venjingin var av: Nú fara vit yvir á Ríkissjúkrahúsið at vitja nakrar føroyingar. Brynleif hevði vist fingið eitt yvitlit yvir, hvørjir føroyskir sjúklingar vóru innlagdir og hvar. Jú, vit Sangbrøður gingu við til hugskotið hjá Brynleif og gingu so frá eini sjúkrastovu til aðra og sungu fyri teimum føroyingunum, vit komu framá. Hesa sjónina gloymdi eg ikki. Brynleif andaðist fáar mánaðar seinni í flogvanlukkuni í Mykinesi. Helst gjørdi vitjanin á Ríkissjúkrahúsinum hendan dagin sítt til, at vit eisini fóru undir eina tænastu millum føroyskar sjúklingar, stutt eftir at vit vóru komin til Keypmannahavnar at búgva.

 

Tá var alt meiri einfalt, enn tað er ídag, og tað var stórt forstáilsi fyri okkara arbeiði.  Minnist, at ein føroysk kvinna, sum arbeiddi á skrivstovuni á Ríkissjúkrahúsinum, hjálpti okkum at finna fram til føroyingar, sum vóru innlagdir.

 

So vóru aðrar uppgávur á sosiala økinum, sum komu so við og við. Viðhvørt varð ringt úr Føroyum, tá fólk heima vóru ørkimlað, tí onkur í familjuni var í trongstøðu herniðri. Tá var heldur einki Sjúklingahotell og eingin føroysk ráðgeving, sum vit kenna hana ídag. Tí høvdu vit helst fleiri sosialar uppgávur í tí tíðini, enn vit kanska hava havt seinnu árini.

 

Eisini høvdu vit viðhvørt fólk búgvandi, sum høvdu brúk fyri hjálp og umsorgan í eina tíð. Vit høvdu onga fakligan serkunnleika, men royndu at fjálga um, vegleiða og hjálpa teimum, sum frægast, ið vórðu send á leið okkara.

 

Og so legði Øssur aftrat fyri einum ári síðani:

 

Vit merktu meira og meira til uppbakking heimanífrá. Fólk í samkomu okkara vóru fegin um, at vit vóru farin undir hesa uppgávu. Meira og meira kendu vit okkum staðfest í, at hetta var eitt rætt stig, vit høvdu tikið. Fríggjakvøldssamkoman savnaði frá fyrsta degi so mikið av fólki, at tað var eyðsæð, at haldast mátti fram við hesum, segði Øssur Berghamar.

 

Í áttatiárunum fluttu Susan og Øssur og synirnir Andrew og Kristin Filip í egin hús í grannalagnum av Kristnastovu at búgva, og síðani hava tað verið fleiri, sum í styttri og longri tíðarskeið hava verið vertir í Kristnastovu. Síðani á heysti í 2019 hava Sólvá og Jákup Hansen verið vertspar í Kristnastovu.

 

Leygardagin 7. oktober verður samkoma í Lívdini í Hoyvík í sambandi við, at tað eru 50 ár síðani, at tað í heilt smáum varð farið undir verkið í Kristnastovu.

 

Bæði í kvøld og aftur 7. oktober fer tað at verða róð afturáaftur sumt av tí, sum hevur verið og tað, sum framvegis er. Eitt nú tiltøk fyri børn og seniorar, legur á Sjællandi, sum hava verið á mest sum hvørjum ári síðani 1976, arbeiði við útvarpi og sjónvarpi og luttøka í felags kilkjuligum tiltøkum og so víðari.

 

Vit heilsa teimum í Kristnastovu. Takka fyri trúfesti og samfelag við fleiri ættarlið av føroyskum útisetum og ynskja teimum eitt gott kvøld og gleða okkum um, at tað leygardagin 7. oktober her heima í Føroyum fer at bera til at savnast og fegnast um henda partin av verkinum, sum hevur verið og er føroyingum til stimbran og signing.

 

##med4##

 

Oxford Allé 3A har Kristnastova helt til fram til 1979

Susan og Øssur Berghamar eru framvegis knýtt at arbeiðnum í Kristnastovu, sum tey í 1973 fóru undir.