Kunningar- og dialogfundur um verkætlanartyssið hjá Landsverki

Mynd HLNA (av heimasíðui hja Landsverk)

Vit bjóða ráðgevarafyritøkum, byggifyritøkum og veitarum innan byggi- og anleggsøkið til kunningar- og dialogfund um verkætlanartyssið hjá Landsverki innan bygningar og anlegg.

 

Soleiðsi skrivar Landsverk á landsverk.fo.

 

Talan er um afturvendandi tiltak frá mai 2023, tó hesaferð ráðgevarafyritøkur og byggifyritøkur samstundis.

 

-Á fundinum fara vit at greiða frá verkætlanum, ið eru í umbúna ella undir fyrireiking uppá stytri og longri sikt, bæði innan bygningar og anlegg, umframt innan orkuskifti.

 

Fundurin verður mikudagin 24. apríl kl. 14.30-16.00 á skrivstovuni hjá Landsverki, Yviri við Strond 17 í Havn, skrivar Landsverk millum annað á síni heimasíðu..  

 

Mynd HLNA (av heimasíðui hja Landsverk)