Kvøldið verður hugnaligt, romantiskt og festligt

- Eg plagi at hava ymisk nýggjárslyfti, sum tó ongantíð halda. Fyri 2025 havi eg gjørt av, at eg skal taka mær meira tíð til slíkt, sum mær dámar so sera væl, sigur Majbritt Lamhauge

 

Hvar og hvussu fert tú at halda nýggjár?

 

- Annaðhvørt ár verður nýggjárið hjá okkum hildið uttan børn, og í ár eru tey hjá hinum foreldrinum. Í ár verða maðurin og eg sostatt einsamøll heima á nýggjárinum saman við skjótt 3 ára gomlu tíkini, Bellu.

 

Tað sigur Majbritt Lamhauge.

 

- Vit duga væl at hugna okkum saman, og kvøldið verður heilt víst hugnaligt, romantiskt og festligt.

 

Hon sigur, at tey plaga eisini at luttaka í nýggjárshaldinum hjá eigarafelagnum við faklagongu og báli.

 

- Fýrverk sigur okkum einki, so tá børnini ikki eru heima, sleppa vit undan at brúka orku og tíð til tað, men fara sjálvandi at njóta útsýnið yvir Havnina á midnátt.

 

 Hvat var tað besta, sum hendi í 2024?

 

- Fyri mítt viðkomandi hevur 2024 verið hendigarríkt, har eg fekk møguleika at vitja tvey nýggj lond. Í september var eg í Halifax í Kanada og í november í London í Bretlandi - í báðum førum á fyrsta sinni.

 

Majbritt Lamhauge sigur, at tað besta var tó í summar, tá mamma hennara bleiv 75 ár, og hon saman við hinum trimum systkjunum við familju feiðraðu mammuna eitt vikuskifti í Skálavík.

 

- Tað var fyrstu ferð í fleiri ár, at tað eydnaðist at samla allar eftirkomararnar, har vit øll vóru saman. Tað vísir seg at verða ein avbjóðing at fáa øll undir sama tak, tí tann eina systir mín býr í Oslo, og dóttir mín lesur í Danmark.

 

Og hvat var tað keðiligasta?

 

- Tað keðiligasta í hesum árinum var uttan iva, at fleiri fólk, eg kendi, fóru foldum frá á alt ov ungum árum, annaðhvørt av sjúku ella vanlukku. Slíkar upplivingar gera, at eg dugi betri at virðismeta hvønn dag, eg fái saman við mínum kæru.

 

Hvørjar vónir hevur tú fyri 2025? 

 

- Vónirnar fyri 2025 eru í høvuðsheitinum, at familjan framhaldandi hevur tað gott og serliga, at okkara foreldur framvegis eru væl fyri, og at tað gongst okkara børnum væl.

 

 Gevur tú eitt nýggjárslyfti?

 

- Eg plagi at hava ymisk nýggjárslyfti, sum tó ongantíð vísa seg at halda. Fyri komandi árið havi eg gjørt av, at eg skal taka mær meira tíð til slíkt, sum mær dámar so sera væl, eitt nú syngja, spæla guitar, lesa og binda, sigur Majbritt Lamhauge.