Kvøldseta á Kambsdali

Serstakt er tað, at kórið ongantíð áður hevur verið eins stórt og nú

Hóskvøldið 21. novembur kl. 19 verður aftur almenn kvøldseta í Miðnámi á Kambsdali. Kvøldseta hevur verið afturvendandi tiltak á skúlanum í mong ár - áðrenn samanleggingina eisini á studentaskúlanum. Á kvøldsetu vísa næmingar nakað av tí, teir hava arbeitt við á skúlanum í ymiskum lærugreinum.  

 

Hesuferð er tað góður tónleikur frá næmingum, sum hava tónleik á A- og B-stigi. Næmingar úr evnafrøði fara at vísa eina evnafrøðiliga roynd, sum stimbrar allar sansir. Seinastu árini hevur stuttsøgukapping verið millum næmingarnar á Kambsdali. Næmingurin, sum vann kappingina seinast, fer at lesa sína søgu, sum eisini júst er útgivin í nýggjastu útgávuni av mentanarritinum Varðin. Miðnámskórið, sum allir næmingar skúlans - á øllum árgangum og breytum -  hava í boði at vera uppií, fer at syngja tveir sangir. Serstakt er tað, at kórið ongantíð áður hevur verið eins stórt og nú. Í septembur vóru evnisdagar á skúlanum í samband við at bók Lucas Debesar varð útgivin sum talgilt undirvísingartilfar. Hesa verkætlan høvdu lærarar á skúlanum tikið stig til og útint. Á kvøldsetuni verður eitthvørt, sum kom burturúr evnisdøgunum at síggja og uppliva. 

 

Skúlin bjóðar drekkamunn í steðginum.  

 

Kvøldsetan er almenn og øll eru sjálvsagt vælkomin á Kambsdal hóskvøldið kl. 19.