Sunnudagin 14. apríl, kl. 16:00-18:00, verður árliga framsýningin hjá kvøldskúlanæmingum í Stranda skúla.
Tóra Joensen setir framsýningina kl. 16.00.
Beint eftir setanina fer Stranda Sangkór, sum aftur í ár hevur verið partur av kvøldskúlaskránni, at syngja nakrar sangir. Eisini verður kaka og kaffi at fáa.
Øll eru hjartaliga vælkomin til framsýningina.