Lægri MVG á føroyskt framleiddar vørur

Meðan aðrir flokkar ynskja at avtaka mvg á øllum gerandis- og neyðsynjavørum, hevur Sambandsflokkurin eitt vallyfti, um at lækka mvg-ið á bara føroyskt framleiddum vørum. Hetta er ein tilvitað avgerð.

 

Endamálið er tað sama; lægri mvg á gerandisvørum merkir, at borgarin skal gjalda minni fyri kjøt, fisk, breyð, grønmeti o.s.fr. Hetta fer at gagna hart sperdu familjunum, sum í dag stríðast fyri at fáa endarnar at røkka saman í tíðum við alsamt hækkandi prísvøkstri. Tó er tað ikki skynsamt at gera hetta á øllum vørum – bæði búskaparliga og umhvørvisliga.

 

Omanfyrinevnda ótrygga tíðin er nevniliga eisini tengd at veðurlagsbroytingum. Tað er umráðandi, at vit heldur eggja borgaranum at keypa lokalt framleiddar vørur – stuttflutt – og birta undir føroyska framleiðslu, og minka um umhvørvisárinini av at innflyta vørur, sum vit sjálvi kunnu framleiða, úr londum hinumeðin klótina.

 

Hetta sjónarmiðið verður ofta ikki tikið við í roknistykkið frá ávísum øðrum flokkum, sum annars kalla seg grønar.

 

Familjan skal hava ráð at liva, føroyska framleiðslan skal stimbrast og vit skulu altíð hava umhvørvið og veðurlag við í roknistykkið.

 

Hetta er eitt sosialt, liberalt og grønt vallyfti.

 

 

 

Haraldur Símunarson Hammer

 

valevni fyri Sambandsflokkin til løgtingsvalið