Læknar uttan landamørk (MSF) letur aftur í Russlandi. Hetta skrivar felagsskapurin á heimasíðuni.
Orsøkin er, at russiska løgmálaráðið hevur avgjørt at taka skrivstovuna hjá MSF í Russlandi úr skránni yvir skrivstovur hjá útlendskum non-profit felagsskapum.
- Tað er við tungum hjarta, at vit noyðast at steingja okkara virksemi í Russlandi, sigur Yashovardhan, sum stendur á odda fyri útbúgvingunum hjá MSF í landinum.
- MSF vil gjarna arbeiða í Russlandi aftur, um myndugleikarnir gera neyðugar umstøður tøkar, skrivar MSF í tíðindaskrivinum.
Samtakið hevur virkað í Russlandi í 32 ár. Ein týðandi partur av arbeiðinum hjá MSF í Russlandi var knýttur at viðgerð av tuberklum bæði í fongsulsskipanini og hjá sivilfólkinum.
/Ritzau/