Landbúnaðurin má skipast og stuðlast – stutt fluttar matvørur

##med2##

Landbúnaðurin skal skipast meira burðardygt og vit mugu landspolitiskt arbeiða fyri, at bøndur fáa enn betri kor, so vit fáa sum mest burturúr okkara náttúrutilfeingi.

 

Hvar er best at framleiða grønmeti? Hvar er best at hava neytahald? Hvar er best at hava seyð í haganum? Hvi gera vit ikki meira burturúr ullini? Hvar er besta at gera vakrar leiðir og gøtur til okkara útlendsku ferðafólk og okkum sjálvi?

 

Vit mugu gera ítøkiligar ætlanir og ein politikk fyri landbúnaðin í Føroyum, so vit fáa sum mest burturúr og gangnýta okkara náttúru og náttúrutilfeingi á ein góðan og burðardyggan hátt.

 

Føroysku bøndurnir skulu vera kappingarførir móti innfluttum vørum og fyri at teir kunnu vera tað, skulu vit politiskt stuðla teimum og geva teimum góð kor at kappast undir.

 

Tað er særandi at síggja, at vit brenna seyðaullina heldur enn at brúka hana, hetta má og skal stuðlast, so ullin ikki fer fyri skeyti. Fyrr var ull Føroya Gull og hon má  raðfestast aftur, so okkara dugnaligu íverksetar og sniðgevar fáa ull til at virka og arbeiða við. Stuðulin til bøndur fyri at lata ullina til virkingar má hækkast nú.

 

Okkara skipanir skulu stuðla undir øktari framleiðslu, so vit vera meira sjálvbjargin við matvørum í Føroyum.

 

Vit mugu gerast sjálvbjargin innan matvørur og stutt flutt er grønast, fíggjarliga og mentanarliga burðardyggast og so smakkar tað eisini best.

 

Hesum fari eg at arbeiða fyri.

 

Oda W. Andreasen,

valevni fyri Framsókn