Sune Gavnholt gevst sum landsliðsvenjari hjá føroyska landsliðnum. Tað boðar Badmintonsamband Føroya frá í dag.
- Aftaná nærum sjey ár sum landsliðsvenjari hjá føroyska badmintonlandsliðnum hevur Sune Gavnholt valt ikki at leingja sáttmálan, sum gongur út í summar. Nevndin í BSF takkar Sune fyri hansara ótroyttiliga arbeiða, sum hevur lyft føroyskt badminton á eitt hægri støði, og ynskja vit honum alt tað besta við hansara framtíðarætlanum innan badminton, skrivar Badmintonsambandið og leggur afturat:
- Sune verður verandi landsliðsvenjari fram til summar, so vit koma at síggja Suna í føroyskum badminton eina tíð afturat, og kanska eisini seinni, um hann og hansara familja koma aftur at vitja her í Føroyum.
Sune Gavnholt takk Badmintonsambandinum fyri alt og sigur seg vera fegnan um tíðina í Føroyum.