Tá tosa verður um orkuskifti, verður oftast tosa um, hvat vit privatpersónar áttu at gjørt. Men, hví tosa vit ikki um, hvussu vit kunnu minka um oljunýtsluna hjá stórstu orkuslúkarunum og harvið meiri effektivt skumpa undir orkuskifti og minka um útlátið?
Vit mugu læra okkum at síggja møguleikarnar í burðardyggum loysnunum, so vit kunnu fáa eitt effektivt og smidligt orkuskifti, til frama fyri umhvørvið og fólkaheilsuna.
Eftir at hava følt á egnan kropp hvørja ávirkan konstantur gangur frá skipum hevur á menniskjað, fekk eg áhuga at finna loysnir til at basa trupulleikanum. Eg fann skjótt útav, at landstreymur er ein áhugaverd og skilagóð loysn, sum harafturat er ein burðardygg loysn, sum kann verða til gagn fyri alt umhvørvið og samfelagið!
Í seks ár havi eg vunnið mær holla vitan innan landstreymsloysnir og áhugin fyri loysnunum er bara vaksin, jú meira vitan eg havi fingið. Hesi seks árini havi eg verið í samband við teknisk køn fólk, verkfrøðingar, maskinmeistarar, reiðarar, mynduleikar, politikarar, miðlar, havnir og veitarar uttanlands. Alt hetta hevur sannført meg um, at landstreymur veruliga kann vera ein góð og burðardygg íløga fyri land okkara og somuleiðis meti eg, at lanstreymur kann vera ein týðandi liður at skumpa undir orkuskifti.
Landstreymur er ikki bara ein liður í at røkka orkuskiftinum, men samstundis loysir landstreymur eisini aðrar samfelagstrupulleikar.
Fyri 4 árum síðani var eg við til at stovna felagið Heimafrið, har eg eri forkvinna. Arbeiði hjá felagnum hevur partvíst verið at upplýsa myndugleikarnar um trupulleikan við ljóð-, ljós og luftdálkan og hetta hevur givið okkum eina rúgvu av vitan um hetta evni. Eg ynski tí at brúka vitanina sum felagið hevur fingið til vega, til at vísa á loysnir, sum kunnu gagna umhvørvinum. Felagið hevur somuleiðis verið í góðum samstarvið við m.a. SEV, sum sjálvsagt er ein náttrúligur partur av loysnini.
Vit eiga politiskt at leggja okkum eftir tí, sum gevur besta úrslit og er til gagn fyri bæði umhvørvið og samfelagið sum heild.