Lavrov: USA og Nato vilja skaða Russland

- Russland sær týðiligar strategiskar vandar, sum kunnu føra til øktan kjarnorkuvanda, sigur russiski uttanríkisráðharrin.

Russiski uttanríkisráðharrin, Sergej Lavrov, leggur enn einaferð eftir USA og Nato.

 

Tað veit tíðindastovan, Reuters, at siga í dag.

 

- USA og Nato eru bergtikin av tankanum um, at Russland skal líða eitt strategiskt tap, sigur hann.

 

Uttanríkisráðharrin sigur, at Russland sær týðiligar strategiskar vandar, sum kunnu føra til øktan kjarnorkuvanda.

 

Bæði Sergej Lavrov og forseti landsins, Vladimir Putin, hava fleiri ferðir sagt, at "vestligir aktivitetir" føra til øktan kjarnorkuvanda.

 

Hesar útsagnir eru oftari bornar fram, eftir at Russland leyp á Ukraina hin 24. februar í 2022.

 

Sergej Lavrov heldur eisini, at USA og tess sameindu royna at koma aktivitetunum hjá Russlandi í rúmdini í ringt orð.