Linjohn Christiansen hevur sitið sum borgarstjóri í Skálavík í 36 ár. Seinnapartin í dag varð hann afturvaldur til borgarstjóra næstu fýra árini – og tá hetta skeiðið er av, hevur hann sitið sum borgarstjóri út í eitt.
Á valinum í Skálavík hesaferð var annars sera tætt millum listarnar. Listi A, sum er listin hjá Linjohn Christiansen, fekk 55 atkvøður, meðan listi B fekk 54 atkvøður. Tí fekk listi A 3 umboð í bygdarráðið, meðan listi B fekk 2 umboð.
Linjohn Christiansen varð fyrstu ferð valdur í bygdarráðið í Skálavík í 1984 og tók við sum borgarstjóri 1. janur í 1989, tá kommunustýrið, sum varð valt í 1988, tók við.
Niðanfyri sæst valúrslitið av bygdarráðsvalinum í Skálavík 12. november:
##med2##