Lise Effersøe 100 ár

Man vera elsta fólk í Effersøe ættini

Fríggjadagin tann 14. juli  hevur Lise Effersøe í Keypmannahavn 100  ára føðingardag.  

 

Okkara kennskapur stavar frá gamla kirkjugarðinum í Havn. Lise er ættað úr Føroyum, men hon hevur nærum alla sína tíð búð í Danmark.

 

Men hon hevur alla sína tíð eisini kent seg  føroyska og hevur havt samband við føroysk ættarfólk.

 

Tískil kom hon í  2011 til  Føroya saman við einum ommusoni, Adam,  at fáa meira at vita um sína føroysku ætt. Hetta kundi hon best fáa í gamla kirkjugarði  í Havn, har nógv Effersøefólk eru jarðað og hava gravstein.

 

Saman við skyldkonu síni Signhild Nónstein  í Hvalba vitjaðu vit hesar søguligu gravir, har greitt varð frá teirra søgu.

Lisa var tá 88 ára gomul og sera væl fyri.

 

Hon kundi sjálv geva sítt íkast til donsku søguna hjá Effersøeættini, sum hon visti nógv um.

 

Úrslitið av hesi vitjan var, at vit kundu hava sjey partur um Effesøefólkini í Siðsøguni í Sosialinum. Hetta man vera eitt munandi ískoyt til  kendu søguna um hesa ætt.

 

Upprunin til hesa søgu er, at tann fyrsti Effersøe í Føroyum, Jón, rýmdi til Føroya  úr Íslandi eftir  at hava luttikið í kvettinum í 1809 móti danska kongsveldinum hjá tí sokallaða Hundadagakonginum.

 

Jón kom til Føroya, giftist og fekk fleiri børn, sum øll blivu partur av Føroya- og Havnarsøgu.

 

##med2##

 

Lise er ættað frá Gudmund Effersøe

 

Ein sonur Jón  var Gudmundur, sum bleiv sýslumaður í Hvalba aftaná at hava keypt Mettustovu í Havn.

 

Elsta av børnunum hjá Gudmundi var Jón Gudmundson Effersøe

Lise var abbadóttir Jón. Hon visti  nógv um hesa ættargreinina, men hon hevði nú áhuga fyri at fáa meira at vita um ættina annars.

Jón var føddur 12. mars 1852 í Hvalba, har sýslumaðurin tá hevði sætið. Her vóru tey tvey elstu systkini fødd. Hini vóru fødd á Tvøroyri, hagar sýslumansembætið varð flutt.

 

Lise giftist sjálv við einum breta, Stephan Edwards, men hon fekk sær Effersøe sum millumnavn. Eitt skifti eftir kríggið búðu tey í Týsklandi, har hann arbeiddi fyri teir sameindu. Men hann doyði í góðum árum, so Lise hevur verið einsamøll í mong ár.

 

Tey fingu eina dóttir Sarah, sum eigur børn og ommubørn.

 

Sjálv er Lise útbúgvin sjúkrahúslaborantur.

 

Lise hevur búð heima, til hon var 98 ára gomul. Nú er hon á ellisheimi, og hon er framvegis væl fyri.

 

Síðan ferðina í Føroyum hevur samband verið okkara millum, og tað hevur altíð verið hugaligt.

 

Minnist Oliver Effersøe

 

So gomul Lisa er, so hevur hon kent mong av teirri donsku Effersøeættini.

 

Hon minnist eisini Oliver Effersøe. Hann var í mong ár og fram til 1932 ein av fremstu monnunum í Sambandsflokkinum. Men hann stillaði ikki upp aftur til løgtingsvalið hetta ár og varð avloystur av Kristian Djurhuus.

 

Olivur hevði tá konu sum búði  í Danmark, og hann flutti niður.  Hann doyði longu í 1933. Tá var Lise 10 ára gomul og hevði hitt hann.

 

Ein dóttir Oliver kallaðist Sigrid. Frá Lise fingu vit tá eina ferðafrásøgn úr Føroyum hjá Sigrid frá eini ferð, hon hevði gjørt í Føroyum í 1921. Hetta er ein ógvuliga áhugaverd frásøgn, har hon m.a. var á ólavsøku.

 

Hon flutti seinni til Amerika, og tískil veit ættin einki um eftirkomarar hjá Oliver.

 

Syrgiligasøgan hjá Kammu

 

Lise hevur greitt frá syrgiligu søguna um mostir síni  Karen Margreta, kalla  Kamma .

 

Hon giftist við Kryssing, sum gjørdist leiðari í Frikorps Danmark, ið bardist saman við týskarum á eysturhermótinum undir krígnum. Hetta var gjørt við loyvi frá donskum myndugleikum. Hon meira ella minni eggjaði sínum tveimum synum at fara við í henda bardaga. Hvørgin teirra kom aftur, so aftaná bardagan sótu tey einsamøll og vanvird av teimum flestu í Danmark. Hesir báðir vóru systkinabørn Lise, og hon kendi teir væl.

 

Kamma fekk tó givið konginum av grovfílini, eina ferð hon møtti upp til almenna móttøku hjá honum. Tað var hóast alt við loyvi frá tí almenna Danmark, at farið varð til Týskland at berjast móti russarum, og nú vórðu tey ákærd fyri landasvik. Men svar fekk hon einki.

 

Tað er eisini ein partur av hesi søgu, at tað vóru fleiri í donsku Effersøeættini, sum vóru virkin mótstøðufólk móti týska hersetingarvaldinum í Danmark.

 

Tað kann eisini skoytast upp í, at fleiri donsku í Effersøættini hava verið læknar, eisini í Føroyum, sum t.d. á Eiði og Tvøroyri.

 

Hjartaliga tillukku

 

Sum tað skilst hevur tað verið sera hugaligt at kenna Lise, og tað er ikki smávegis íkast hon hevur givið okkum av søgu um hennara ætt.

 

Nú hon verður 100 ár skal verða ynskt henni og hennara hjartaliga tillukku.

 

 

 

Óli