Ofta er vanligt at byrja ein tekst við einum sitati. Tað kann vera úr eini yrking, filmi, sangi ella bók. Men kanska geva vit okkum ikki so nógv far um, hvussu nógv arbeiði liggur aftanfyri verkini, vit sitera.
Í gjár hava nógv jólaborðhald fingið tónleikarar at spæla nakrar sangir. Summi skrála av gleði, tí tey seta ein ávísan sang í samband við góð minni. Onnur tára, tí tað var júst hasin sangurin, sum hjálpti teimum í sorgini.
Tónleikur, filmur og list sum heild er kenslur. Listin lærir okkum um lívið. Hon má vera fræls og bjóða av. Hon má stuðlast – ikki stýrast.
Jenis av Rana segði í Andglettinum ein dagin, at hann toldi væl øll sløg av satiru. Ger hann nú tað innast inni? Kunnu vit vera trygg við, at øll satira og øll list hevur somu fortreytir at koma ígjøgnum nálareygað, um hann og líknandi umboð aftur sleppa til valdið á mentanarøkinum?
Eg haldi, at tað er beinleiðis skomm, hvussu óambitiøsur mentanarpolitikkurin hevur verið seinastu árini. Tað hevur næstan bara snúð seg um forboð. Og ikki um frælsi og kreativitet.
Tað ber til at fáa fleiri at ríka um okkara mentanarlív við at fáa mvg inn frá stroymingartænastum, sum av órøttum fer av landinum í dag. Hetta er mett til at vera góðar 13 milliónir krónur. Og Javnaðarflokkurin vil hava, at hesir pengarnir fara óskerdir út aftur til at skapa mentan og list í Føroyum.
Fari tí at heita á tykkum, sum liva av listini, um at standa saman og velja tey røttu á ting.
Vel onkran, har eingin ivi er um, at viðkomandi brennir fyri mentanarlívi og list.
Vel onkran, sum tryggjar, at listin ikki verður stýrd niður í detaljur av einum landsstýrismanni.
Sjálvur fari eg at arbeiða beinhart fyri hesum.
Vónandi fái eg undirtøku fyri tí 8. desember.
Bjarni Arge
Valevni fyri Javnaðarflokkin