Frits Johannesen var 79 ára gamal, nú hann andaðist Mynd: Dávur Winther

Listamaðurin Frits Johannesen í Fuglafirði deyður

Í morgun frættust deyðsboðini av Frits Johannesen, fyrrverandi lærara, í Fuglafirði.

 

Frits Johannesen var 79 ára gamal, nú hann andaðist Mynd: Dávur Winther

Umframt at vera lærari var Frits eisini fjøllistamaður. Hann málaði, dugdi væl at skriva og yrkja, hevði lættan og góðan penn – og so var tað eisini tónleikurin og sangurin, sum lá honum á hjarta. Frits var ein dýrgripur fyri mentanarlívið í Fuglafirði og týdningurin hann hevði fyri Fuglafjarðar Gentukór kann ikki undirmetast.

Frits Johannesen varð føddur í Fuglafirði 22. mai í 1944 og var soleiðis 79 ára gamal, nú hann brádliga andaðist. 

Frits var giftur við Alexandru og áttu tey synirnar Theodor Erling og Jóhan.

 

 

Frits Johannesen var 79 ára gamal, nú hann andaðist Mynd: Dávur Winther