Løgmaður heldur flaggrøðu í Fámjin

Í Fámjin hongur Føroya fyrsta flagg. Tað hongur í kirkjuni í Fámjin

Og hetta ger ikki flaggdagshaldið í Fámjin minni sermerkt.

 

Tann 25. apríl kl 14:00 verður flaggdaghald í Fámjin.

 

Aksel V. Johannesen, løgmaður, heldur røðu og Tvøroyrar Hornorkestur spælir.

 

Aftaná haldið eru øll vælkomin í Vesturhøll til drekka og kringlu, og gongufólk og rennarar fáa vatn og frukt, frættist úr Fámjin.