Løgreglan havt úr at gera í nátt

Tað byrjaði longu stutt eftir midnátt í Klaksvík, har ein maður var fyri harðskapi við eitt skeinkistað. Í náttarlívinum í Havn hevði løgreglan eisini onkrar uppgávur í nátt.

 

Vaktleiðarin á løgreglustøðini visti í morgun at siga, at tað hevur verið ein keðiligur stemningur í býnum í nátt, bæði í Havn og í Klaksvík.

 

- Vit hava havt nógv at gera, og tað stutta av tí langa er, at tveir mans verða skuldsettir fyri harðskap, og tveir aðrir fara at fáa eina bót fyri brot á skilhaldsreglur.

 

Tað byrjaði longu stutt eftir midnátt í Klaksvík, har ein maður var fyri harðskapi við eitt skeinkistað. 

Vaktleiðarin visti at siga, at ein maður hevur fingið skaða og skal undir læknahond at fáa skaðarnar staðfestar.

 

Men, hetta var ikki einasta hendingin í Klaksvík í nátt, tí tá skeinkistøðini lótu aftur, var aftur galið nærindis einum øðrum skeinkistaði í Klaksvík. Aftur her komu menn til ilnar, og annar fekk skaða.

 

- Í Klaksvík hava vit soleiðis tvey harðskapsmál í nátt, og í dag skulu avhoyringar gerast í málunum, soleiðis at vit fáa eina greiðari mynd av, hvat er farið fram.

 

Vaktleiðarin sigur, at eisini í Havn var nakað av ófriði í náttarlívinum, men her var ikki talan um beinleiðis harðskap. Ein persónur hevði brúk fyri at sova rúsun av sær á støðini.

 

- Tveir menn fáa bøtur fyri brot á skilhaldsreglurnar, harav onnur er hin størra bótin, sigur vaktleiðarin, sum ásannar, at stemningurin í náttarlívinum var eitt sindur keðiligur, sum tikið verður til.