Løgreglan tók Gretu Thunberg í Eurovision mótmælistiltaki

Eitt av mótmælisfólkunum við Malmö Arena undir Eurovision í gjárkvøldið var kendi svenski aktivisturin Greta Thunberg.

Kendi svenski aktivisturin, Greta Thunberg, var millum mótmælisfólkini uttan fyri Malmö Arena í gjárkvøldið undan Eurovision finaluni. - Foto: 50090 Johan Nilsson/Tt/Ritzau Scanpix

Stutt fyri at Eurovision finalan skuldi byrja í gjárkvøldið vóru Palestina-mótmæli við Malmö Arena.

Har var eitt av mótmælisfólkunum kendi svenski aktivisturin Greta Thunberg.

Myndir vísa 21 ára gomlu Thunberg verða førda burtur av løgregluni.

Hon hevur eisini fyrr í vikuni tikið lut í líknandi mótmælistiltøkum í Malmö, har ársins Eurovision var, skrivar norska tíðindastovan NTB.

Mótmælistiltøk vóru í gjár í Malmö ímóti, at Ísrael luttók í árligu sangkappingini, samstundis sum landið er í kríggi í Gaza.

Sambært NTB var løgreglan vælmannað á staðnum. Eisini norsk og donsk løgregla hjálptu við trygdini.

Fleiri mótmælisfólk róptu harumframt eftir viðhaldsfólki, sum høvdu keypt atgongumerki til Eurovision og vóru á veg inn í Malmö Arena, skrivar DR.

– Skammið tykkum, ljóðaði tað frá mótmælisfólkunum.

Løgreglan gjørdi ein múr, so áhoyrarar sluppu ígjøgnum.

Harumframt var ein annar bólkur av mótmælisfólki skumpaður út á ein síðuveg av stórum løgregludeildum, tá tey nærkaðust Malmö Arena, skrivar NTB.

Tað sama hendi í sambandi við hálvfinaluna hósdagin.

Sum heild hevur tónleikakappingin verið merkt av málum, sum hava snúð seg um annað enn tónleikin.

Umframt atfinningar ímóti at Ísrael luttekur, hevur ófriður verið kring luttakaran úr Hollandi, Joost Klein.

European Broadcasting Union (EBU) upplýsti í einum boðum á heimasíðuni í gjár, at hann varð tveittur úr kappingini vegna eina løgreglukanning.

Sambært hollendsku sjónvarpsstøðini Avrotors, sum stendur aftan fyri Joost Kleein, varð hann filmaður, beint eftir at hann var farin av pallinum eftir framførsluna hóskvøldið.

Tað hendi, sjálvt um Klein fleiri ferðir hevði latið tey skilt, at hann ikki vildi filmast.

– Hetta varð ikki respekterað. Tað førdi til eina hóttandi rørslu hjá Joost ímóti myndatólinu. Joost nam ikki við upptøkukvinnuna, verður sagt.

/ritzau/

 

Kendi svenski aktivisturin, Greta Thunberg, var millum mótmælisfólkini uttan fyri Malmö Arena í gjárkvøldið undan Eurovision finaluni. - Foto: 50090 Johan Nilsson/Tt/Ritzau Scanpix