Lønarsamráðingum eigur arbeiðsmarknaðurin at taka sær av

Javnan verður havt á lofti at lønirnar í vælferðarstørvunum eru ov lágar.

 

 

 

Í 1969 gjørdi man í Danmark ein tjenestemandsreform. Onkur heldur, at hetta er høvuðsorsøkin til, at vælferðarstørvini ikki fáa nóg høga løn í mun til teirra arbeiði og ábyrgd.

 

 

 

Hóast man, eftir mínum tykki, gjørdi ein feil, við at gera eina slíka lóg, so haldi eg ikki møguligi feilurin verður rættaður við at gera tað sama sum í 1969, also at blanda seg uppí.

 

 

 

Lønir skulu, eftir mínum tykki, samráðast millum fagfelag og arbeiðsgevara.

 

 

 

Harafturat haldi eg, at starvsfólkatrotið í vælferðarstørvunum ikki bara skyldast lønini, men eisini trivnað og ábyrgd. Starvsfólkini skulu trívast í sínum starvi.

 

 

 

Vanliga kann trivnaðurin ikki mátast í pengum.

 

 

 

https://www.youtube.com/watch?v=8tBBZEjJReM

 

 

 

Gott val

 

X við A

 

Fía Selma Nielsen