Loyniligt hvussu nógv siga upp á dagstovnaøkinum

Fyri at fáa innlit í hvussu stór avbjóðingin er við starvsfólkaútskifting, er neyðugt at fáa innlit í hesi tøl. 

 

Tí bað eg í september um alment innlit.

 

Eg blívi við at hoyra frá fólki, at nógv børn í Tórshavnar kommunu skulu fyrihalda seg til nýggj fólk, nýggjar umsorganarpersónar. 

 

Tað grellasta dømið var um ein barnabólk, sum hevði lært 30 nýggj fólk at kenna uppá 9 mánaðir.

 

Tað kunnu vit ikki góðtaka, ikki á nakran hátt. Eg fái beinleiðis ilt í búkin at hugsa um hvat hetta ger við okkara børn. Hvussu skulu tey læra tætt og trygt tilknýti? 

 

Vit mugu seta øll segl inn fyri at fáa eina haldgóða starvsfólkatrygd til børnini. Vit MUGU. 

 

Tí bað eg um alment innlit í ymisk tøl, og spurdi m.a um hvussu nógvar nýggjar setanir vóru í ár og undanfarin ár. Hetta fyri at tryggja mær, at tað eg hoyri aftur og aftur hevur hald í veruleikanum.

 

Svarið kom: 

 

»TK førir í løtuni ikki hagtøl fyri útskifting av starvsfólkum og/ella yvir nýggjar setanir. At fáa hesi til vega, og at góðskutryggja tey, er ein stór verkætlan í sær sjálvum, sum er sett á skrá, men hetta er kommunan ikki farin í holt við enn. Tað er tí ikki nakað, ið vit í løtuni kunnu geva innlit í.«

 

Tað er nú eitt nokkso løgið svar at fáa, tá býráðið faktiskt á hvørjum býráðsfundi verður kunnað um allar nýggjar setanir og um fólk eru farin úr og í starv.

 

Vit hava brúk fyri at fáa hesi tølini til vega. 

 

Tað kann simpulten ikki vera rætt, at landsins størsta kommuna ikki hevur hesi hagtøl. 

 

Kann tað vera at veruleikin ikki tolir dagsljós?

 

Hetta skal rættast upp

 

Vel røddina fyri dagstovnaøkið

 

##med2##

 

Heidi Lava Elgeirsdóttir, Tjóðveldi