Børn skulu ongantíð detta niður ímillum tveir stovnar, tvær skipanir ella tvey ráð, sum vit ferð eftir ferð hoyra og síggja í Føroyum.
Tórmóður Stórá hevur sagt tað fleiri ferðir – vit skulu droppa at noyða skipanir í Føroyum til at samstarva, tí tað riggar ikki. Vit skulu ístaðin samskapa nakað nýtt. Tað megna vit. Og tað ynski eg, at verða við til.
Yvirskipað veit man, at tað er trupult hjá ymsu skipanunum í Føroyum at samstarva tvørturum geirar, tvørturum politisk løg og tvørturum ymisk fakfólk.
Í Íslandi hava tey fyri kortum rist posanum av nýggjum, tá ið tað viðkemur barnaøkið. Og tey eru komin við eini nýggjari loysn, ið riggar framúr væl inntil víðari.
Tey hava sett á stovn eitt barnamálaráð!
Eitt barnamálaráð, har tað er EIN málaráðharri, ið einans skal arbeiða fyri børnum. EIN, ið hevur ábyrgdina av barnaøkinum.
Tíðin er komin til, at vit hyggja at mátanum, ið vit hava skipað okkara samfelag og okkara skipanir. Borgarar og fakfólk rópa um kapp fyri at vísa á, at verandi skipanir ikki rigga nóg væl, og so slettis ikki nóg væl saman.
Um vit hyggja at okkara verandi skipan, so er tað skipað m.a. soleiðis:
- Gigni er undir Heilsumálaráðnum
- Almannaverkið og Barnaverndartænasturnar eru undir Almannamálaráðnum
- Nám/Undirvísingarstýrið er undir Uttanríkis og Mentamálaráðnum
Her eru trý ymisk ráð, trý ymisk lógarverk og tríggir ymiskir málaráðharrar, ið kunnu hava við sama barn at gera.
Okkara barnaøkið er deilt upp í fleiri økir og ráð. Fleiri økir við egnum lógarverkið, reglugerðum og kunngerðum, sum fyri tað mesta virka leys av hvørjum øðrum. Lopið frá eini skipan til tí næstu er avbjóðandi – fyri at siga tað milt – og tess fleiri skipanir eru, tess fleiri eru lopini. Er tað undarligt, at børn detta niður ímillum?
Við at seta eitt Barnamálaráð á stovn í Føroyum, merkir tað, at øll, sum arbeiða við og fyri børn, hoyra undir sama ráð – og harvið eru fleiri markaforðingar longu tiknar burtur, sum vit stríðast við í Føroyum.
Í Føroyum royna vit øll at draga í somu línu, fyri at bata um barnaøkið. Gigni, Sernám, Almannastovan, Barnaverndartænastur, Løgregla, kommunur, frítíðarfelagsskapir v.m., men tað er enn ov stirvið og vit koma ikki nóg langt fram við verandi skipanum.
Fyri at stovnarnir kunnu fremja eina burðardygga samskapan krevst, at stovnarnir hvør sær hava rættar karmar at virka undir. Tað verður gjørt við dagføra lógargrundarlagið og syrgja fyri nøktandi fíggjarkørmum.
##med2##
Við at gera íløgur í barna- og ungdómsárini vinna vit í longdini. Tað eru gjørdar alskyns kanningar um júst tað, og vil eg vísa á ástøði hjá James Heckman, ið víst verður omanfyri. Jú meira pening og orku vit leggja í at fyribyrgja, tess minni pening hava vit tørv á at seta inn til viðgerð. Hóast tað, verður tað ikki tikið til eftirtektar her heima. Vit mugu seta sjóneykuna á okkara virðismikla tilfeingið í samfelaginum.
At vera eitt lítið land, ið skjótt kann laga seg til nýggj krøv, skuldi verið ein fyrimunur fyri okkum. Men tað er treytað av viljanum til javnan at endurskoða og tillaga verandi skipanir. Vit eiga at raðfesta og fáa tær skipanir, sum longu finnast at virka betur saman, so børn og ung verða loftaði so tíðliga sum møguligt.
Eg sigi ikki, at eitt Barnamálaráð er einasta rætta loysnin, men eg meti avgjørt, at tað er tann vegin vit skulu seta okkara tankar. Og tað krevur, at vit gera okkurt øðrvísi, tí tað vit gera nú, riggar ikki nóg væl. At fingið eina líknandi skipan, sum Ísland hevur sett í verk, hevði bøtt um tær markaforðingar, ið standa í vegin og hevði verið til at loyst gerandisdagin fyri fleiri borgarar.
Vit skulu loysa gerandisdagin!