Lugi tapti seinasta dystin í hesum árinum

Aleksandar Lacok og liðfelagarnir vóru fyri greiðum tapi

Í kvøld spældu landsliðsmálverjin, Aleksandar "Sasja" Lacok og liðfelagarnir í Lugi seinasta dystin í hesum árinum.

 

Í heimadysti í næstbestu svensku hondbóltsdeildini frammanfyri 2.043 áskoðurum tapti Lugi greitt 26-33 fyri Vinslöf.

 

Stórur partur av skaðanum hendi í fyrra hálvleiki. Í steðginum var Vinslöfs á odda 18-10.

 

Lugi er nummar níggju í deildini við 13 stigum. Teir eru seks omanfyri tvey tey aftastu liðini, ið eru á plássunum sum merkja beinleiðis niðurflyting til triðbestu deildina.

 

Komandi dystur hjá Lugi verður á útivølli móti Drott. Hann verður leiktur mánakvøldið 13. januar.