Lyon og Siv í Listastovuni

Hóskvøldið 18. apríl kl. 19.30 verða tvær konsertir í Listastovuni.

 

Lyon (FO)

 

Tann fyrra konsertin er ein trio við Lyon Hansen á odda. Lyon býr í Sandavági, men er føddur og uppvaksin í Gøtugjógv við eini kirkju, eini samkomu, einum banka og havinum sum grannar.

 

“Sjovið hjá Lyon er so sterkt, sannførandi og fjøltáttað, at eg eri málleysur. Soleiðis er ein góð konsert. Eg yvirgevi meg so púrasta. Hetta var alt, ið eitt gittar- og klaver sentrerað sjov kann bjóða uppá. Ríkt, egið og gleðiligt. Takk!” skrivaði Birgir Kruse eftir eina konsert við Lyon á G! fyri nøkrum árum síðan, og man kann bara siga at Lyon verður bara betri við árunum!

 

Við sær á pall, hevur Lyon somu manning sum til hasa konsertina Birgir Kruse viðmælir. Tað eru meistarin á trummum, Per I. Højgaard Petersen og bass snillingurin, Karl Andrias Stórá.

 

Siv Jakobsen (NO)

 

Seinna konsertin er við norsku Siv Jakobsen.

 

“Siv Jakobsen er ein av teimum bestu vit eiga” skrivaði norska Dagsavisen tá hon útgav Spellemannsprís nomineraðu plátuna A Temporary Soothing í 2020.

 

Síðan Siv byrjaði, hevur hon ferðast víða um í heiminum og spælt konsertir, og allastaðni móttekur hon rós fyri tónleikin og framførslu á palli.

 

Hon spælir inniligan, droymandi og melankoliskan fólkatónleik. Tey seinastu árini hevur hon verið á konsertferðum kring heimin, har hon hevur hitað upp fyri nøvnum sum José González, The Lumineers, Beach Bunny og Susanne Sundfør.

 

Í fjør útgav hon heildarútgávuna ‘Gardening’, har Ane Brun gestaði, og handan pultin stóð Zach Hanson (Bon Iver, Tallest Man On Earth)."

 

Hetta vikuskiftið skal Siv hita upp fyri Marius Ziska í Sjónleikarahúsinum. Men fyrst vitjar hon í Listastovuni.

 

 

 

##med2##