Í 45 ár hevur hann verið kommunustjóri. Hann hevur arbeitt undir seks ymiskum borgarstjórum. Hann hevur betri innlit í tað, sum er hent í Fuglafirði síðstu hálvu øldina, enn nakar annar. Men nú er aldurin komin, og í heyst fer hann frá.
Vit sita á skrivstovuni hjá kommunustjóranum í Fuglafjarðar kommunu. Ein bygningur miðskeiðis í býnum, sum í sínari tíð varð bygdur sum eitt snikkaravirki, men sum nú í nógv ár hevur hýst umsitingini í kommununi.
Aftanfyri skrivaraborðið hjá kommunustjóranum hongur ein málningur á vegginum, sum Frits Johannesen hevur málað.
– Vit hava fleiri listafólk í Fuglafirði, og eg havi málningar av teimum øllum heima við hús, sigur Jákup Frants Larsen.
Ráðgeva væl
– Mín uppgáva sum býráðsskrivari, sum tað æt fram til 1998, nú kommunustjóri, hevur verið at komið við so góðari ráðgeving sum møguligt. Bæði borgarstjóri, býráð, fíggjarnevnd, minniluti og meiriluti skulu hava rætta ráðgeving. Og um eg ella onnur á skrivstovuni ikki vita, so ræður um at fáa ráðgevingarhjálp uttanífrá. Tú skalt minnast til, at tú arbeiðir í eini politiskari skipan. Tað er týdningarmikið at vera erligur og opin, óansæð um tað smakkar væl ella ikki smakkar væl hjá politikarunum. Tú mást siga tína meining, og tað hevur altíð verið væl tolt. Eg havi upplivað, at eg havi verið virdur bæði av meiriluta og minniluta fyri tað, sum eg eri komin við, sigur Jákup Frants Larsen.
Má vera loyalur
Men í politikki er ikki altíð semja um tingini, og onkuntíð er tað hent, at avgerðir eru tiknar, sum ganga øvut av tí ráðgeving, sum kommunustjórin hevur givið.
– Tú skalt altíð vera loyalur yvir fyri teimum avgerðum, ið eru tiknar á røttum stað. Tað er tað, sum er galdandi. So mást tú heldur lata tína egnu meining víkja, men føra tað út í lívið, ið avgerð er tikin um. Tá ræður um ikki at lata tína egnu meining skína ígjøgnum, sigur kommunustjórin.
Tað er tó ikki altíð so lætt at koma í hesa støðuna.
– Onkuntíð er okkurt kærumál komið til kommununa. Eg veit, at mín ráðgeving ikki er fylgd, tá ið politikarar hava tikið avgerð. Men tað má eg bara lata fara. Eg má á frægasta hátt verja hesa avgerð. Hetta er ein partur av ”game’inum”. Fólk kunnu annars vanliga fáa alment innlit í málini, sigur Jákup Frants Larsen.
Næstan túsund arbeiðspláss
Nógv er hent hesi 45 árini, Jákup Frants Larsen hevur sitið á postinum sum kommunustjóri.
– Arne Nørrevang gjørdi ein film um Fuglafjørð í 1971. Haldi at Kringvarpið hevur filmin. Tað er stuttligt at síggja munin á Fuglafirði og Kambsdali tá og so í dag. Tað var púrt einki á Kambsdali og sera nógv er broytt í Fuglafirði.
Fuglafjørður hevur í nógv ár verið ein vinnubýur, og tað sæst enn í dag.
– Tað búgva umleið 1600 fólk í kommununi, og her eru fleiri enn 900 arbeiðspláss. Millum 600 og 700 av teimum eru innan vinnulívið, sigur hann.
Fyritøkur sum Havsbrún, Pelagos, Vónin, KJ, JT Electric, Effo Bunkers, Petur Larsen, Framherji og fleiri aðrar hava skaffa nógv arbeiðspláss til kommununa. Nakað av almennum arbeiðsplássum eru eisini, og tað størsta er Miðnámsskúlin á Kambsdali.
– Her koma fólk allastaðni frá at arbeiða. Tað koma nógv fleiri til kommununa at arbeiða enn tey, sum fara úr kommununi, sigur hann.
Tvey fólk í umsitingini
Men hvussu bar tað til, at Jákup Frants Larsen longu sum 22 ára gamal gjørdist kommunuskrivari.
– Eg byrjaði sum skrivstovufólk. Tá vóru bara tvey fólk á skrivstovuni hjá kommununi. Eg og Obert Eliasen, sum var kommunuskrivari. Eg byrjaði 1. juni 1974 og skuldi gera eina nýggja kommunustýrisskipan fyri Fuglafjarðar kommunu. Tann uppgávan var liðugt 8. mai í 1975. Eg fór í feriu í juni í 1975. Men tá gjørdist Obert Eliasen sjúkur, og eg varð biðin um at koma aftur til arbeiðis sum fyribilssettur kommunuskrivari. Eg byrjaði 1. juli 1975. Á heysti í 1976 varð eg settur í fast starv, sigur Jákup Frants Larsen.
Hendingar, politiskar avgerðir, tøl og árstøl sita fast í minninum hjá kommunustjóranum, og hann nevnir tey uttan at eftirkanna í skjølum.
Fyrstu tíðina, tá ið Jákup Frants byrjaði, vóru bara 12 fólk í starvi í kommununi. Í dag starvast 120 fólk í kommununi, og av teimum eru 13 í umsitingini.
Kravdi nógv av ungum manni
– Sannleikin er, at eg visti ikki heilt, hvat arbeiði innibar. Eg tók helst ov nógv á meg. Tað, sum eg ikki væntaði, tað hendi. Fleiri stórar verkætlanir fóru í gongd. Fuglafjarðar havn varð útbygd við 140 metrum niðanfyri Handils- & Frystivirkið. Tann verkætlanini kostaði kommununi 5,5 milliónir krónur, minnist meg rætt. Toftabøurin varð eisini keyptur, og har fór ein stór útstykking fram. Hesar verkætlanir vóru spennandi, men tær kravdu sera nógv hjá einum ungum manni. Vit høvdu onga tekniska deild tá, og vit nýttu Landsbyggifelagið sum ráðgeva. Men vit komu ígjøgnum tað, sigur Jákup Frants Larsen.
Við tíðini komu fleiri fólk í umsitingina. Verkfrøðingur kom í starv 1. desember í 1978.
Kommunuskrivarin hevði tikið student og handilsskúla frammanundan, og hann hevði eisini starvast í tvey ár sum vikarur í Fuglafjarðar skúla. Í áttatiárunum tók hann kommunubúskap og kommunujura gjøgnum kommunala háskúlan í Danmark. Síðani hevur hann tikið fleiri skeið.
Angrar at hann gavst við fótbóltinum
– Arbeiðið kravdi sera nógv, og eg hevði drúgvar arbeiðsdagar, ofta frá tíðliga á morgni til seint á kvøldi. Tá var tað eisini arbeiði við líkningarnevndini um kvøldarnar. Synirnir hava onkuntíð sagt, at teir sóu meg næstan ongantíð sum smádreingir. So eg royndi at nýta feriutíð saman við teimum, og vit gjørdu ofta útferðir um vikuskiftið, sigur hann.
Sum ungur spældi Jákup Frants Larsen nógv fótbólt, og hann var á besta liðnum hjá ÍF. Men arbeiði kravdi so nógv, at hann mátti gevast við fótbóltinum í 1978, árið fyri ÍF gjørdist føroyameistarar.
– Eg elskaði at spæla fótbólt. Og eg angri enn, at eg gavst við fótbóltinum so ungur. Men arbeiði kravdi ov nógv, so tað bar ikki til. Eg átti helst at spælt nøkur ár afturat, tí eg var væl fyri. Men eg mátti raðfesta, sigur hann.
Hesa tíðina var hann eisini eykapolitistur í nøkur ár. Hetta var serliga um vikuskiftini.
– Nú eru tað batnað sera nógv viðvíkjandi arbeiðstíð, sigur hann.
150 milliónir til kai
Nógv er hent í kommununi, øll hesi árini Jákup Frants Larsen hevur verið kommunustjóri.
Serliga er nógv hent á havnarlagnum. Nógvar havnaútbyggingar hava verið, og Fuglafjørður hevur nú ein kaikant, sum er umleið 1000 metrar, og sum hevur eina dýpd frá 6 til 13 metrar.
Fleiri virki eru bygd á havnarlagnum, og fleiri eru eisini á Kambsdali. Fuglafjørður hevur eisini sum einasta kommuna í landinum fimm frystitunlar. Kommuna gjørdi teir av fyrstan tíð, men í dag eigur Bergfrost. Havsbrún hevur eisini goymslutunlar í fjallinum.
– Kommunan hevur nýtt umleið 150 milliónir krónur upp á kaiina síðani ár 2000. Tað er ein stór íløga. Men vit uppliva eisini, at íløgurnar geva fitt av peningi til Fuglafjarðar havn og annars í partafelagsskatti. Íløgurnar koma inn aftur við tíðini, sigur Jákup Frants Larsen.
Í fjør hevði kommunan 131 milliónir krónur í inntøku tilsamans. Samanbera vit við fyrsta árið, Jákup Frants Larsen arbeiddi sum býráðsskrivari, so vóru inntøkurnar tá tilsamans 4,2 milliónir krónur.
Av inntøkunum, sum kommunan hevði í fjør, vóru 67,8 milliónir krónur í A og B skatti, Fuglafjarðar havn hevði 20,7 milliónir krónur í inntøku, og 19,2 milliónir krónur komu inn sum partafelagsskattur. Restin, 23,3 milliónir krónur, vóru inntøkur av vørum og tænastum og endurgjald og studningur.
Útstykking á Kambsdali
Fleiri útstykkingar eru eisini gjørdar í kommununi.
– Í 1982 fóru vit í gongd við at útstykkja á Kambsdali. Vit gjørdu eina avtalu við Gjógvarahaga, har kommunan keypti 400.000 fermetrar av lendi. Hagin var sera samstarvssinnaður. Tað, sum kommunan gjørdi rætt tá beinanvegin, var, at tað varð stykkja út beinanvegin bæði til sethúsaøki, vinnuøki, handilsøki, ítróttarøki og skúlaøki, sigur Jákup Frants Larsen.
Í dag eru nakrar smærri útstykkingar í gongd í kommununi. Men tað er avmarkað, hvussu nógv øki kann nýtast til byggilendi afturat.
Nýggjur skúli
Nógv annað er eisini hent. Bátahylur er gjørdur, fótbóltsvøllur eru breiðkaður, tveir barnagarðar eru komnir, eldrasambýli er bygt, skúlin er partvís útbygdur, Mentanarhúsið er keypt og í løtuni verður gjørdur nýggjur barnaskúli og nýtt ítróttarhús.
– Samtykt varð at gera nýggja barnaskúla í 2016. Væntandi verður skúlin liðugur síðst í hesum árinum. Skúlin kostar 107 milliónir krónur við innbúgvi, sigur Jákup Frants Larsen.
Fyrsta byggistig í nýggja ítróttarhúsinum verður væntandi liðugt í mai. Tað er ein verkætlan upp á 27-28 milliónir krónur uttan innbúgv. Tær ovaru hæddirnar verða gjørdar seinni.
Gott at arbeitt saman við borgarstjórunum
Í nógv ár var býráðsskrivarin skrivari á øllum fundum í kommunalum høpi. Við tíðini er hetta broytt, og onnur eru vorðin skrivarar í nøkrum nevndum.
– Nú eri eg skrivari á býráðsfundum og fíggjarnevndarfundum. Men eg fái eisini fundarboð til allar aðrar fundir og kann møta upp, sigur hann.
Í hesi 45 árini hevur hann arbeitt undir fleiri ymiskum borgarstjórum.
– Eg havi arbeitt saman við seks borgarstjórum. Tað hevur verið gott at arbeitt saman við teimum øllum. Ein fyrimunur er sjálvandi, um teir sita í longri tíðarskeið, tí so kenna teir skipanina, sigur Jákup Frants Larsen.
Formaður í starvsbólkinum hjá Kommunufelagnum
Jákup Frants Larsen hevur eisini verið formaður í starvsbólkinum hjá Kommunufelagnum síðani 2009. Fyrst í Kommunusamskipan Føroya og seinni í samanlagda Kommunufelagnum. Hann kom í nevndina í 1999.
– Tað eru 13 limir, og allar tær størstu kommunurnar í landinum hava hvør sín lim. Eg taki tað sum eitt álit, at eg eri afturvaldur til formann fleiri ferðir, sigur Jákup Frants Larsen.
Starvsbólkurin viðger mál og álit og leggur uppskot fyri stýrið í Kommunufelagnum. Hetta verður gjørt í tøttum samstarvi við starvsfólkini í Kommunufelagnum.
Sum kommunustjóri við drúgvum royndum fær Jákup Frants Larsen ofta fyrispurningar frá øðrum kommunustjórum kring landið.
– Tað eru ikki bara onnur, ið ringja til mín. Eg spyrji meg eisini fyri hjá øðrum kommunu, hvussu tey gera í ávísum málum, sigur Jákup Frants Larsen.
Familjufyritøka
Jákup Frants Larsen er sonur Petur Larsen, sum eisini er navnið á familjufyritøkuni, ið pápin stóð á odda fyri í nógv ár.
Í fleiri ár var Jákup Frants saman við beiggjanum, Atla, í nevndini í fyritøkuni saman við foreldrunum. Hann var nevndarformaður. Hetta var tó í avtalu við kommununa.
– Í 2007 valdi pápi at selja, og tá fór eg eisini úr nevndini. Nú eru tað brøður mínir, Atli og Rógvi, ið eiga fyritøkuna. Eg havi einki við fyritøkuna at gera uttan tað, at eg eri áhugaður at vita, hvussu gongur, sigur hann.
Fýra ellisakfør
Kommunustjórin í Fuglafirði hevur ymisk frítíðaráhugamál. Eitt av tí stóra eru bilar.
– Eg havi altíð havt áhuga í bilum. Eg havi havt nógvar góðar bilar. Vit hava ferðast nógv uttanlands, og tá hevur eisini verið gott at koyrt í góðum bilum. Bilurin hevur verið eitt frítíðarítriv, sigur Jákup Frants Larsen, sum í løtuni koyrir í einum Mercedes c200.
Men hann hevur ikki bara áhuga í nýggjum bilum. Hann hevur nevniliga fýra ellisakfør.
– Eg havi altíð havt áhuga í gomlum bilum. Verfaðir í Oyndarfirði hevði ein gamlan Ford Taunus frá 1971. Hann ætlaði at koyra bilin burtur, men eg spurdi hann, um eg ikki kundi fáa hann. At enda segði hann ja. Eg havi so fingið gjørt hann í stand, sigur Jákup Frants.
Ein av teimum gomlu bilunum er hann serliga glaður fyri.
– Eg havi altíð ynskt mær at fingið ein Volvo Amazon. So rendi eg meg í ein tílíkan í Danmark í 2001. Hann var ikki í góðum standi, men eg keypti hann, førdi hann til Føroya, og fekk ein bilmekanikara at gera hann í stand. Bilurin er frá 1967, og hann er í sera góðum standi, sigur hann.
Hann hevur eisini ein Jaguar, sum er frá 21. juni í 1978. Hendan keypti hann í 2007 fra Eiriki Lindenskov, men tað var upprunaliga bilurin hjá Svenningi Johannesen, skipara í Havn.
Í 2013 keypti hann ein sportvogn, ein opnan Triumph Spritfire við galesju úr Vágum. Tann bilurin er frá 1969.
Jákup Frants Larsen hevur eisini eina gamla Honda motorsúkklu frá 1970-unum við svørtum plátum.
Bilarnir standa í hølunum, sum Fuglafjarðar Ellisakfør leiga í Fuglafirði. Tá ið okkurt tiltak er fyri ellisakfør, so er Jákup Frants Larsen vanliga við.
Hann hevur eisini ein Viksundbát í bátahylinum.
840 modelbilar
Jákup Frants Larsen hevur ikki bara áhuga fyri stórum bilum, men eisini fyri smærri modellum av bilum.
– Tað byrjaði, tá ið eg var í Danmark og ferðaðist við mammu. Tað var í 1961, og eg var 9 ára gamal. Atli, beiggi mín, var eisini við. Vit vóru og vitjaðu systkinabørn hjá mammu og mostur mína. Tá ið vit komu útaftur, høvdu við fingið hvør sín teknobil. Tá segði eg við meg sjálvan, at tað hevði verið stuttligt at savna bilar, sigur Jákup Frants Larsen.
Hann hevur savnað á næstan hvørjum ári síðani, og nú hevur hann tilsamans umleið 840 bilar. Bilarnir eru í eini stødd 1 til 18, 1 til 24 og nakrir eru eisini í støddini 1 til 43. Talan er um bilar, har til ber at opna hurðar, lúkur og annað.
– Tað eru øll sløg av bilmerkjum. Næstsíðsta summar, tá ið eg var niðri, keypti eg fimm bilar. Síðani havi eg ikki keypt nakran. Tað er onkur, sum selur á netinum, og so ber eisini til at fáa teir í onkrum handli. Mær dámar best at síggja bilarnar, áðrenn eg keypi teir, sigur hann.
Bilarnir standa ymsastaðni runt í húsinum hjá honum. Flestu standa tó í eini stovu í kjallaranum.
Hann hevur eisini 70-80 motorsúkklur í somu støddum.
Málningar og modelskip
Umframt bilar, hevur hann eisini fleiri modelskip, modelbátar, borðabátar og ein grønlandsbát við fjarstýring.
Hann hevur eisini fleiri málningar, sum eru í heiminum á Bøvegi í Fuglafirði. Tey hava eisini húsið hjá verforeldrunum í Oyndarfirði umframt eitt summarhús í Ebeltoft í Danmark. Nakrir málningar eru eisini í teimum húsunum.
Nú hann fer frá fyri aldur í heyst, verður enn meira tíð til frítíðaráhugamálini.
– Okkum dámar væl at ferðast, og vónandi fáa vit møguleika til tað eisini í framtíðini, sigur Jákup Frants Larsen.