Mæla til at hækka rækjukvotuna í Barentshavinum

Havgranskarar siga, at gundarlag er fyri at hækka rækjukvotuna í Barentshavinum við 7.000 tonsum

Tilmælið er, at tað í mesta lagi verða fiskað 150.000 tons av rækjum í Barentshavinum í 2025. Tað er 7.000 tons meira enn tilmælið fyri 2024.

 

Hetta veit www.kystmagasinet.no at siga.

 

- Rækjustovnurin í Barentshavinum er støðugur á einum rímiliga høgum støði, sigur havgranskarin, Fabian Zimmermann. 

 

Sambært heimasíðuni er tað norsk-russiska fiskivinnunevndin, sum kemur við kvoturáðnum.

 

- Tað er í dag eingin samlað mestakvota fyri rækjuveiðina í Barentshavinum, og tí hava kvoturáðini eisini avmarkaðan týdning.

 

Fabian Zimmermann vísir á, at meginparturin av norsku rækjuveiðini fer fram í Barentshavinum. 

 

Men, seinnu árini eru fleiri lond farin at fiska rækjur um hesar leiðir.

 

- Vit síggja landingar bæði í Noregi, Russlandi, og serliga eru tað ES-skip, sum eru vorðin fleiri seinnu árini.

 

Havgranskarin sigur, at áhugin fyri rækjuveiðini er øktur munandi, eftir at kvotuskerjingar hava verið á øðrum fiskasløgum í Barentshavinum.

 

Veiðan av rækjum hevur tó verið væl minni enn kvotutilmælini. 

 

- Í 2024 var tilráðingin 143.000 tons, men veiðan var einans 83.000 tons, og í 2023 var rækjuveiðan í Barentshavinum 73.000 tons, veit www.kystmagasinet.no at siga.