Sum liður í fyrireikingunum til dystirnar í komandi EM-undankapping, sum eru á skránni í vár og í summar, er A-landsliðið við kvinnum á venjingarlegu í Malta í hesum døgum.
Føroysku kvinnurnar spæla tveir venjingardystir á ferðini. Tann fyrri verður móti Malta hósdagin 22. februar, meðan seinni venjingardysturin verður móti Albania 25. februar.
Báðar dagarnar er avspark klokkan 17.
Fimm veddingarfyritøkur, ið lata odds upp á dystin millum Malta og Føroyar hava allar Malta sum greiðan favoritt til at vinna dystin.
Miðaloddsini upp á maltesiskan sigur eru 1,32.
Miðaloddsini upp á føroyskan sigur eru 7,29.
HER eru oddsini:
##med2##