Tá eg var smágenta í sjeytiárunum, tá mamma og pápi mín fyri stuttum vóru flutt heim eftir lestur í Keypmannahavn, minnist eg mangt og hvat – og fátt inspirerar børn og ung meira enn teirra nærmastu avvarðandi, tá um yrki og lestur ræður.
Útvarpsarbeiðið hjá mammu og minnini um hennara ymsa virksemi í hesum sambandi hava mangan vitjað aftur í vaksna lívi mínum í einum so serstøkum landi og samfelagi sum okkara, har vit hava gjørt so nógv óhugsandi, bert tí fólk settu sær tað fyri.
Og nú ljóskastarin varð settur á Náttúruvísindadeildina, sum fylti 50 ár í ár, so vitjaðu eini onnur minni hugan. Babba undirvísti á læknalinjuni á støðisútbúgvingini á hesi deild í sjeytiárunum, og eg minnist týðiliga fleiri ferðir, tá eg sá hann fara út um dyrnar við bókum, ella vit settu hann av við deildina við okkara reyða Citroën Dyane, og hann segði: “Je fari at undirvísa...”
Hetta hevur fleiri ferðir inspirerað meg, tá um okkara Fróðskaparsetur ræður: tað eru vit sjálvi – okkara egnu fakfólk, sum hava sett tað á stovn, og sum enn virka har og byggja upp við gransking og undirvising, so okkara ungu kunnu byrja ella enda sína útbúgving har, við BA ella MA, ella kunnu taka fulla útbúgving, sum tey jú kunnu í fleiri og fleiri førum.
Eg hugleiddi saman við einum í dag: fyristilla tær, um vit ikki vóru steðgað við hesi læknalinju: høvdu vit so ikki havt BA í læknalestri nú?
Okkara læknar føra aftur og aftur fram, at vit eiga at hava universitetssjúkrahús og Setrið hevur langt síðani sett læknaútbúgving á listan yvir útbúgvingar, sum eiga at fara í gongd her heima. Fyrimyndirnar, kunnleikin og eldsálirnar eru har!
Framsókn vil styrkja og raðfesta univeristetsútbúgvingar í Føroyum, og hesum fari eg at virka fyri við fullum huga, um eg verði vald á løgtingsvalinum, hin 8. desember!
Nógvir pápar og nógvar mammur eru læknar í Føroyum, og um vit bera okkum rætt at nú, so verður tað ikki leingi, til vit í barnagarðinum ella skúlanum fara at hoyra setningin: “Mamma undirvísir á læknaútbúgvingini...”
X við Honnu Jensen á lista F