Maskotturin á oyggjaleikunum í 2025 verður ein bóghvítuhvalur

12 ára gamla, Sarah Sutcliffe úr Kirkwall vann sniðgeviskappingina

Oyggjaleika-maskoturin hjá Orknoyggjum

Seinastu oyggjaleikirnir undan oyggjaleikunum í Føroyum í 2027 vera í Orknoyggjum í 2025.

 

Oyggjaleikirnir á Orknoyggjum vera dagarnar 12. til 18. juli í 2025. Leikirnir fara fram á høvuðsoynni, Mainland og flestu kappingarnar vera í høvuðsbýnum, Kirkwall. Tó vera nakrar kappingar avgreiddar í næststørsta býnum, Stromness. Hendinga fótbóltsdystir vera leiktir aðrastaðni á Mainland.

 

Orknoyingar hava ein frálíkan ítróttarmiðdepil í Kirkwall, ið tey nevna Pickaquoy. Nógvar av kappingunum vera avgreiddar í Pickaquoy-ítróttarmiðdeplinum.

 

Eingir oyggjaleikir uttan ein maskott. Oyggjaleikafyrireikarnir á Orknoyggjum skipaðu fyri einari sniðgevis-kapping, og gjørdist vinnarin 12 ára gamla, Sarah Sutcliffe úr Kirkwall, ið teknaði Ola the Orca, bóghvítuhvalin - ella mastrahvalin Ola.

 

The Orcadian skrivar, at 880 børn og ungfólk lótu uppskot inn.

 

Orknoyingum dáma væl Noreg, og mangir teirra vildu heldur verið partur av norska ríkinum enn bretska ríkinum, og tí er tað ikki av tilvild, at eitt so norskt navn sum Ola verður valt. 

 

Orknoyingar hava eisini eitt flagg sum er sera líkt tí norska flagginum. Orknoyiska flaggið sæst her:

 

##med2##

 

Oyggjaleika-maskoturin hjá Orknoyggjum