Mátti bíða hálvt ár eftir arbeiðsloyvi

Dhiraj Krishna úr India er fyrsti ph.d. lesandi, ið er settur í starv á føroyskum granskingarstovni við fígging frá ES-skipanini Marie Sklodowska-Curie Actions. Hann er í ferð við at kanna, hvussu sjúka kemur inn á føroyskar smoltstøðir.  

Dhiraj Krishna úr Mangalore í India trívist væl í Føroyum.

Dhiraj Krishna hevði ongantíð verið uttan fyri India, tá hann í september í fjør setti seg í eitt flogfar við kós móti Evropa. Ferðin gekk til Føroya, har hann hevði fingið starv sum ph.d. lesandi á Heilsufrøðiligu Starvsstovuni.

Dhiraj er ein av 12 ph.d. lesandi í RASOPTA samstarvinum, sum Heilsufrøðiliga Starvsstovan luttekur í. Hansara ph.d. verkætlan snýr seg um at kanna, hvussu sjúka kemur inn á føroyskar smoltstøðir. 

Dhiraj er ikki komin so langt við síni ph.d. verkætlan sum hini 11 ph.d. lesandi í RASOPTA. Orsøkin er, at tað tók eitt hálvt ár frá tí, hann fekk boðið starvið, til hann fekk arbeiðsloyvi og kundi koma til Føroya.

Petra Petersen, vísindaligt starvsfólk á Heilsufrøðiligu Starvsstovuni, stríddist í fleiri mánaðir fyri at fáa neyðugu loyvini til Dhiraj. 

- Tað var øðiliga nógv aftur og fram. Danska Útlendingastýrið, ið skal geva loyvi, kravdi eitt ótal av skjølum, og tað tók ræðuliga langa tíð at fáa svar uppá alt. Tað ber ikki til at ringja til Útlendingastýrið, mann má bara bíða og senda klagur, um tað tekur ov langa tíð.  

- Tað var ógvuliga frustrerandi. Hinar verkætlanirnar í RASOPTA samtakinum vóru langt síðani byrjaðar, men verkætlanin í Føroyum mátti útsetast í eitt hálvt ár, tí viðgerðin av umsóknini um arbeiðsloyvi tók so langa tíð, sigur hon.

Fyri Dhiraj var bíðitíðin ikki minni strævin.  

- Tað var ringt at bíða so leingi, tí eg kundi ikki vera vísur í, at eg nakrantíð fór at fáa loyvi at koma til Føroya. Tað hevði sera stóran týdning fyri meg, tí í India er trupult at fáa fígging til eina ph.d. verkætlan, og flestu indarar, ið vilja vera granskarar, fara av landinum til ph.d. lestur. Eg hevði næstan givið upp at fáa eina ph.d. og ætlaði mær at fara at byrja mína egnu lítlu fyritøku í India í staðin, sigur Dhiraj. 

 

##med2##

Valdu besta umsøkjaran

Dhiraj er úr stóra havnabýnum Mangalore har vesturi í India. Hann hevur bachelor-prógv í fiskivinnuvísindum og masterprógv í kliniskari mikrolívfrøði. Hann hevur eisini í nøkur ár verið leiðari á eini rannsóknarstovu á einum sjúkrahúsi í India. 

Dhiraj hevur stóran áhuga fyri mikrolívfrøði og hevði søkt fleiri ph.d. størv ymsa staðni í verðini. Eitt teirra var á Heilsufrøðiligu Starvsstovuni, og hann var sera fegin um at fáa boðið starvið sum ph.d. lesandi í Føroyum.   

- Eg sá starvslýsingina frá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni á EURAXESS portalinum, og mær dámdi sera væl hesa verkætlanina, sigur hann.  

Dhiraj fekk starvið fram um umleið 40 aðrar umsøkjarar úr allari verðini. Millum umsøkjararnar vóru eisini nakrir, ið høvdu tilknýti til Føroya. 

- Tað hevði verið lættari at valt ein, sum ikki kom úr einum so fjarskotnum landi, men vit valdu Dhiraj, tí hann hevði bestu fakligu førleikarnar, sigur Debes H. Christiansen, deildarleiðari á Heilsufrøðiligu Starvsstovuni. 

 

Visti einki um Føroyar

Dhiraj visti lítið og einki um Føroyar, tá hann søkti starvið. 

- Eg visti, at Føroyar vóru partur av Danmark, men ikki partur av Danmark kortini. Annars visti eg einki, sigur hann. 

Hann hevur nú verið í Føroyum í eitt ár og trívist væl. 

- Munurin millum at búgva í India og í Føroyum er stórur. India er eitt sera stórt land, og har eru nógv fólk. Men mær dámar væl her, og tað var ikki trupult hjá mær at flyta, tí fólk her eru rúmlig og vinalig, og mær dámar eisini væl veðrið. 

- Sjálvandi sakni eg fólk, sum eg kenni í India, men tað er bert eftir arbeiðstíð, at eg hugsi um tað. Tá eg eri til arbeiðis, havi eg samband við nógv fólk. Sunnudagarnir kunnu vera eitt sindur keðiligir, men tað ger ikki so nógv, sigur hann. 

Dhiraj skilir eitt sindur av føroyskum nú og vil fegin læra málið, men tá hann kom til Føroya síðst í september, vóru málskeiðini fyri útlendingar á kvøldskúlanum byrjað, og hann bíðar tí enn eftir at sleppa á eitt skeið á byrjanarstøði í føroyskum. 

- Tað er ein trupulleiki, at tað bert eina ferð um árið ber til at fara á byrjanarskeið í føroyskum. Tað er leingi hjá einum útlendingi at bíða eftir at sleppa at læra føroyskt, sigur Petra Petersen. 

 

Trupult at ferðast

Eingin laksaaling er í India, og Dhiraj kendi tí einki til hesa vinnu, áðrenn hann kom til Føroya. Men honum dámar væl tað, hann hevur sæð á føroyskum alistøðum. 

- Føroyskir alarar eru sera dugnaligir, og tað er eingin ivi um, at góðskan á fiskinum er á høgum støði. Føroyar eru fremst í verðini, tá tað snýr seg um at framleiða stór smolt og endurnýta vatn. Eg hevði ikki ímyndað mær, at eitt so lítið land kundi vera so frammaliga, sigur hann. 

Umframt at gera kanningar á føroyskum smoltstøðum luttekur Dhiraj eisini í skeiðum og ráðstevnum og felags verkstovum fyri ph.d. lesandi í RASOPTA samtakinum í Danmark og aðra staðni í Evropa. 

 

##med3##

Endamálið er at skapa eitt tætt netverk, og øll verkætlanin skal enda við, at alt tilfarið frá ph.d. verkætlanunum verður savnað í ein heilan pakka.

- Hetta er eitt sera gott høvi hjá mær at møta nýggjum fólki og hoyra um, hvat tey gera. Vit hugna okkum saman og læra av hvørjum øðrum, sigur Dhiraj. 

Men tað er ikki bara lætt hjá Dhiraj at ferðast til fundir í Evropa úr Føroyum. Arbeiðsloyvið hjá honum er bert galdandi í Føroyum, og hann skal tí hvørja ferð søkja um loyvi at ferðast til eitt annað land í Evropa. 

- Eg skal søkja um loyvi á politistøðini hvørja ferð, og tað krevur, at eg leggi ætlanir í góðari tíð. Um eg arbeiddi í Danmark ella onkrum øðrum ES-landi, hevði eg kunna ferðast frítt í ES, men av tí at Føroyar ikki eru partur av ES ella Schengen, má eg søkja um loyvi hvørja ferð, eg fari til eitt annað land, sigur hann. 

Tað er heldur ikki altíð, tað eydnast at fáa loyvi at ferðast. Dhiraj mátti geva avboð til eina ráðstevnu í Skotlandi nú í heyst, tí tað gjørdist ov tvørligt at fáa innferðarloyvi. 

- Fyri at sleppa til Bretlands mátti eg fyrst fara til Danmarkar at søkja um visa á bretsku sendistovuni. Eg skuldi geva teimum passið og síðani annaðhvørt bíða í Danmark í hálvanannan mánað ella fara aftur til Føroya uttan pass. Tað bar ikk til, so eg slapp ikki til Bretlands, sigur hann. 

 

Vitanin verður eftir

Ph.d. verkætlanin varir í trý ár og endar eftir ætlan í august 2025. Dhiraj vónar at fáa arbeiði sum granskari onkustaðni í verðini eftir hetta.

- Eg vóni at kunna halda fram í einum post.doc starvi, tá eg eri liðugur við mína ph.d., møguliga við stuðli frá Marie Sklodowska-Curie skipanini. Tað hevur ongan týdning fyri meg, hvar í verðini tað verður. Tað, sum hevur týdning fyri meg, er at læra nakað nýtt, sum hjálpir mær í mini yrkisleið, sigur hann. 

Heilsufrøðiliga Starvsstovan hevur ikki pengar at bjóða honum starv, tá hann er liðugur við ph.d. verkætlanina. 

- Tá verkætlanin er liðug, fer hann helst aftur til India ella okkurt annað land, men vitanin verður verandi her. Alt arbeiðið hjá honum er væl skrásett, og vit goyma sýnir og úrslit. Og tær mannagongdir, ið hann er við til at menna, hava vit i húsinum til víðari brúk, sigur Debes H. Christiansen. 

 

Grein úr Vísindavøku í Sosialinum 8. september 2023

 

##med4##

 

 

 

Dhiraj Krishna úr Mangalore í India trívist væl í Føroyum.