MEGD má megna meira!

Fá ímynda betur íbornu megina um at vera sjálvbjargin, enn tey sum av onkrum áðum hava skerdan førleika ella serligar avbjóðingar.


Dreymurin og viljin um at gerast javnsettur borgari, er so sterk drívmegi, at flestu okkara kunnu spegla okkum í tí livsvilja, treiskni, og toli, sum eyðkennir hesar okkara borgarar.


Og mangan taki eg meg í at skammast um egnan hugburð, hóast eg ikki eri sloppin heilt snikkaleysur heldur, tá eg síggi tær avbjóðingar, nógvir av borgarunum hava, sum fáa lív og rættindi undir veingjabreiðinum hjá MEGD.


MEGD ger eitt megnararbeiði fyri tey okkara sum hava serligar avbjóðingar. Og eg ivist onga løtu í at tey sum móðirfelagsskapur, gera sítt ítasta at ráðgeva, vegleiða, og kunna um støðuna hjá teimum 24 limafeløgunum, sum eru undir regnskjólinum.


Tíverri er andin av felagsskapi eitt sindur hóttur av at polittiska skipanin ikki hevur dugað nóg væl at stuðla MEGD fíggjarliga. Og hevur stuðlað limafeløgunum ymiskt.


Her má vend koma í. Eg bjóði meg fram at vera við til at gera  eina karmlóg, sum tryggjar øllum limafeløgunum eina grundupphædd sær, og at samlaða játtanin til MEGD fær eitt lyft uppá 1,5 mió.kr.


Á tann hátt gerst lættari og rættvísari, hjá MEGD at virka sum móðirfelagsskapur, og limafeløgini verða sterkari at verja og ráðgeva sínum brúkarum, teirra avvarðandi, og okkum í polittisku skipanini.


Set tí krossin á trygga grund!


Páll á Reynatúgvu

Løgtingsmaður

Tjóðveldi