Tað fyrr var tikin í Hoyvík um 17 tíðina seinnapartin í gjár. Vaktleiðarin á politistøðini sigur, at tey fingu fráboðan um ein bilførara, sum koyrdi heldur óstøðugt. Løgreglan fór at leita og fann bilin í Hoyvík.
Tað vísti seg, at førarin var ávirkaður, ikki av rúsdrekka, men annaðhvørt av rúsevnum ella av heilivági, sigur vaktleiðarin. Hann sigur, at blóðroynd er tikin, sum síðani verður send til Danmarkar at analysera. Hann sigur eisini, at tey halda, at tað í hesum føri snýr seg um, at maðurin var ávirkaður av heilivági heldur enn av rúsevnum.
Seinni í gjárkvøldið, tað var um 22 tíðina, var ein bilførari tikin í Klaksvík fyri tað sama. Men í tí førinum heldur løgreglan, at tað snýr seg um, at maðurin var ávirkaður av rúsevnum. Har var blóðroynd tikin, sum skal vísa tað, sigur vaktleiðarin.