Meinhard Egilsson Olsen skoraði í sínum fyrsta dysti fyri Kolding, ið spælir í næstbestu donsku fótbóltsdeildini.
Kolding spældi fyrr í dag venjingardyst á heimavølli móti Skive. Kolding vann dystin 3-1.
Øll málini vóru skotin í teimum seinastu 25 minuttunum av dystinum.
Meinhard økti til 3-1 í 87. minutti.
Komandi hósdag klokkan 11 spælir Kolding venjingardyst móti FC Arges úr Rumenia.
Liðið hjá Adrian R. Justinussen og Daniel Johansen, Hillerød spældu eisini venjingardyst í dag.
Hillerød spældi í Svøríki javnleik 1-1 móti Kalmar FF, ið spælir í bestu svensku fótbóltsdeildini.
Komandi týsdag spælir Hillerød venjingardyst á heimavølli móti Næstved.
##med2##